Atlantsflog møguliga kappast um Føroyarutu

Nú bendir nógv á, at Atlantic Airways skjótt fer at fáa kapping í flúgvingini millum Føroyar og útlond. Dávur Reinert Hansen, stjóri í Vagafloghavn váttaði fyri Rás 2 seinnapartin í gjár, at floghavnin hevur verið í samband við fimm útlendsk feløg.

- Vit hava vent okkum til nøkur, og nøkur hava vent sær til okkara, sigur Dávur Reinert Hansen. Vága Floghavn hevur vent sær til onnur flogfeløg fyri at fáa meira ferðslu um flogvøllin.

Dávur Reinert Hansen sigur, at feløgini hava víst áhuga, men enn veit hann einki um, at nakað útlendskt felag hevur ítøkiligar ætlanir um at fara at flúgva til Føroya. Eitt av hesum fimm feløgunum er Norwegian, sum er eitt lágprísfelag, ið hevur ment seg nógv og flýgur til fleiri lond í Evropa.

- Vit eru altíð áhugað í møguligum nýggjum farleiðum, men eg fái einki ítøkiligt sagt um nakrar ætlanir hjá okkum at flúgva til Føroya, sigur Johan Bisgaard Larsen, marknaðarleiðari hjá Norwegian í Danmark.