Atlantsflog økir um tyrluflotan

Atlantic Helicopters  tyrlutænastan hjá Atlantic Airways  hevur keypt eina tyrlu av slagnum Bell 412 fyri 24 milliónir krónur. Felagið hevur nú tríggar tyrlur og seks flogfør

Tyrlutænastan hjá Atlantic Airways - sum eisini kallast Atlantic Helicopters - økir um tyrluflotan. Felagið hevur í farnu viku keypt eina tyrlu fyri slakar 24 milliónir krónur. Talan er um eina Bell 412 tyrlu, sum tjekkiska løgreglan hevur havt undir hond síðani 1993. Tyrlan hevur einans flogið 4700 tímar og er tí lutfalsliga lítið brúkt hesi árini. Nýggja tyrlan er av sama slagi, sum tann felagið keypti til leiting og bjarging fyri nøkrum árum síðani.
- Atlantic Helicopters hevur brynjað seg við hesi tyrluni afturat, so felagið er betur ført fyri at taka við avbjóðingum í frálandavinnuni, har stórur eftirspurningur er eftir tyrlum í løtuni, sigur Magni Arge, stjóri. Í Føroyum flýgur Atlantic Helicopters fyri Statoil í samband við boringina á Brugduøkinum. Samstarvið við Statoil fevnir bæði um flutning millum Norra og Føroyar, flutning millum Føroyar og boripallin Stena Don og SAR tænastu.
- Samstarvið við Statoil og onnur oljufeløg hevur stóran týdning, tí tað mennir førleikan hjá føroyska felagnum og hevur medvirkað til at skapa áhuga fyri føroyskum tænastum eisini uttanfyri landoddarnar, sigur stjórin í føroyska flogfelagnum. Eitt nú hava seismikkskip eisini tørv á tyrluflutningi, og samstarvið við hesi feløg hevur elvt til vaksandi virksemi uttanfyri landoddarnar.
Í summar hevur Atlantic Helcopters flogið manningar út á seismikkskip úr Vágum, Aberdeen, Stornoway og Sumburgh.
Nýggja tyrlan stendur í løtuni hjá Air Alpha í Odense, har hon skal tillagast off-shore flúgving og fáa nýggjar motorar ísettar. Tyrlan fer í rakstur seinni í ár. Umframt at røkja bygdaflúgving og off-shoreflúgving, fer hon eisini at egna seg stak væl sum tilatakstyrla fyri bjargingartyrluna. Hon er sama slag og eitt nú FLIR (Forward Looking Infra Red) leitiútgerð kann lættliga setast í hana. Hesa útgerð kann gamla Bell 212 tyrlan ikki bera.
Felagið hevur enn ikki gjørt av, hvørt Bell 212 tyrlan - sum nýliga er yvirhálað - skal seljast ella leigast út, tá nýggja tyrlan er tøk. Fyrispurningar eru eisini um hesa tyrluna, sigur Magni Arge, men fyribils bíða vit við eini avgerð, til vit kenna úrslitið frá boringini í ár, sigur hann.
Við nýggju tyrluni gtelir flotin hjá Atlantic Airways tríggjar Bell 212/412 tyrlur og seks BAe 146/RJ100 flogfør.

------

Nýggjasta tyrlan hjá Atlantsflog av av slagnum Bell 412. Hon er keypt úr Tjekkia, har løgreglan ehvur havt hana undir hond síðani 1993