- Eg heiti so inniliga á politikararnar um at lata vera.
Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, heitir staðiliga á politikarnar um ikki at seta tiltøk í verk, sum óreingiliga fara at føra til dýrari ferðaseðlaprísir ímillum Føroyar og umheimin. Men júst tað er vandi fyri, nú samgongan hevur sitið og stríðst við at semjast um fíggjarkarmin fyri næstu árini, hava nógvir møguleikar av øllum handa slagi verið nevndir fyri at avmarka hallið á fíggjarlógini.
Ein møguleiki, sum liggur í kortunum er heilt at avtaka møguleikan at keypa tollfrítt tubbakk. Herfyri var nøgdin, sum ferðafólk kundu hava við sær av tollfríum tubbakki, minkað niður í helvt og nú hevur so eisini verið tosað um at avtaka hina helvtina, so at tað slett ikki skal bera til at keypa tollfrítt tubbakk.
Men tað hevur eisini verið nevnt sum ein møguleika at avtaka alla tollfría sølu av rúsdrekka.
Politikarar hava roknað seg fram til, at verður øll tollfrí søla av rúsdrekka og sigarettum strikað, fer tað at geva landskassanum 30 milliónir í inntøkum.
Tað verður ikki fyrrenn mikudagin, at fíggjarkarmurin verður avdúkaður, so tað er ikki vist, at tollfría sølan er við.
Men Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi heitir inniliga á politikararnar um at lata tollfríu søluna fáa frið.
Hann sigur, at verður tollfría sølan strikað, missa bæði Vága Floghavn og Atlantsflog inntøkur.
- Serliga hjá Vága Floghavn er tollfría sølan eitt rættiliga munagott íkast til raksurin.
Og verður tað rakstraríkastið skorið burtur, hevur Vága Floghavn bara eitt stað at fara eftir eftir pengunum ístaðin og tað er til Atlantsflog.
Og Atlantsflog hevur somuleiðis bara eitt stað at fara eftir pengunum fyri eyka rokningini frá Vága Floghavn og við rokningini fyri tær inntøkurnar, sum flogfelagið sjálvt missur av tollfríu sølini- og tað er til ferðafólk
Hetta kemur altso at merka dýrari ferðaseðlaprísir?
- Ja, í síðsta enda kann rokningin bara enda hjá ferðafólkinum!
Hvussu nógv dýrari teir vera, veit hann ikki, men talan verður um ein inntøkumiss, sum fer at merkjast, tí dettur tollfría sølan av sprutti og sigarettum burtur, tekur tað grundarlagið undan øllum tí tollfría handlinum á flogvøllinum.
Magni Arge sigur, at sami politikarar hava javnan og savnan gramt seg um, at tað er ov dýrt at ferðast.
- Men nú seta teir tiltøk í verk, sum óreingiliga fer at gera tað upp aftur dýrari, hóast nettupp ferðavinnan er eitt øki, sum tað hevði borið til at ment, nú arbeiðsloysið annars veksur.
- Tað er ongin samanhangur í, leggur Magni Arge afturat.