Í samband við greinina í Sosialinum leygardagin um, at ferðaskrivstovan Blue Atlantic lat aftur, hevur Magni Arge, stjóri á Atlantsflog vent sær til blaðið við eini viðmerking.
Magni Arge sigur, at tað er ikki rætt, tá ført verður fram, at Blue Atlantic - Føroyaferðir noyddist at lata aftur orskað av kapping frá Atlantsflog.
Fólk kunnu fáa ta fatan, at Atlantsflog hevur latið ferðaskrivstovu upp í Keypmannahavn í beinleiðis kapping við Blue Atlantic. Men hetta er als ikki so, sigur Magni Arge. Hann harmast hinvegin um, at Blue Atlantic noyðist at lata aftur, tí felagið seldi jú flogferðir, sum komu Atlantsflog til góða.
Men eftir, at Blue Atlantic hevur latið aftur, hevur Atlantsflog havt fólk á skrivstovuni á Føroysku viðskiftastovuni í Hovedvagtsgade 8, har tey millum annað hava tikið sær av teimum, sum hava keypt ferðaseðil til Føroya.