Hóast øskurokið úr Íslandi kostaði Atlantsflogi fimm milliónir krónur, var 2010 eitt munandi betri ár hjá felagnum enn 2009 var Eftir skatt var avlopið hjá Atlantsflogi í fjør 12,3 milliónir, afturímóti einum halli upp á 6,6 milliónir í 2009.
Í fjør var avlopið 15 milliónir fyri skatt samanborið við eitt hall í 2009 á 8 milliónir fyri skatt.
- Hetta hendi, hóast avbjóðingarnar hjá felagnum vóru stórar í fjør, eitt nú av øskuskýnum úr Eyjafjallajøkli, ið kostaði felagnum fimm milliónir krónur í eykaútreiðslum, og nógv hækkaðum avgjøldum á flúgving bæði í Føroyum og Danmark, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi.
Felagið hevur síðan á sumri í 2009 áhaldandi lagað sítt virksemi til umstøðurnar, ið tóku seg upp orsakað av fíggjarkreppuni. Flogførini eru færri, ein tyrla er seld, og starvsfólkatalið er lækkað úr 205 í 2009 niður í 167 í 2010. Í 2008 var starvsfólkatalið 277.
Á grundrakstrinum øktist inntøkan hjá felagnum úr 43,6 milliónum. krónum í 2009 upp í 69 milliónir krónur í 2010. Økingin var 58 prosent. Samlaða sølan í 2010 var 403 milliónir, ið er á sama støði sum árið fyri. Raksturin gjørdist tí munandi meira lønandi.
Eginpeningurin er nú 227 milliónir krónur og solvensurin 56 prosent.
Nevndin mælir til, at partaeigararnir fáa 7,5 milliónir krónur í vinningsbýti.
Atlantic Airways metir, at útlitini fyri raksturin í 2011 eru hampilig, men ein møgulig framgongd er nógv tengd at prísinum á brennievni, sum í løtuni er høgur og torførur at spáa um.