Atlantsflog fyrsta flogfelag við nýggjum slagi av interneti

Seinni í ár fer hollendska fyritøkan, AirFi, at seta eitt heilt nýtt slag av WiFi-skipan í flogførini hjá Atlantsflog.

 

Talan er um hollendska felagið AirFi og um skipanina AirFi LEO, sum er ein WiFi tænasta umborð á flogfarinum. Skipanin verður sett í flogførini innan árslok.

 

Danski flogmiðilin, Check-in.dk, skrivar, at AirFi LEO fer at sambinda AirFi Venus, sum er ein tráðleys IFE-skipan, við Iridium-neti við eini sonevndari vindeygaantennu, sum er bíligari og lættari at seta upp. Skipanin fer at gera tað møguligt at gjalda on-line og at skriva tekstboð.

 

Atlantsflog er longu kundi hjá AirFi við tí skipan, sum er umborð á flogførunum hjá Atlantslfog við lokalum neti, har til ber millum annað at síggja filmar og lesa ymsar miðlar, uttan tó at verða bundin í internetið.

 

– Vit hava granskað í nýggjari tøkni, sum ger tað møguligt fyri AirFi Boxes at hava sera lágar netverks-útreiðslur fyri at bøta ymsar funktiónir, sum vit nú kunnu bjóða flogfeløgum, sigur Eli Antia, rakstrarleiðari hjá AirFi, sambært Check-in.dk.

 

– Í markaðinum fyri bussar er eingin trupulleiki at gera hetta gjøgnum eitt telefonmodem í hvørjari Box, og nú við AirFi LEO fer tað at bera til umborð á flogførum at gjøgnumføra gjaldingar, senda boð og at hava samband við sosialar miðlar umborð á flogarinum, sigur hann.

 

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog, er fegin um, at felagið skjótt kann bjóða hesa tænastuna afturat. Hon er eisini fegin um, at hollendski veitarin hevur valt at brúka Atlantsflog sum royndarkunda til hesa tænastuna.

 

– Vit eru eitt felag í slíkari stødd, at lætt er at nýta okkum sum royndarkunda, og tað vilja vit fegin, sigur Jóhanna á Bergi.

 

Ferðafólk hjá Atlantslfogi fara at kunna skriva til vinir og familju í 10 km hædd, kanna sosialu miðlarnar og eitt nú leiga bil ella bíleggja pláss á gistingarhús – beinleiðis úr setrinum umborð á Atlantsflog.