Herfyri varð flogfarið hjá Atlantsflog sent til eitt sokallað struktureftirlit á verksmiðjuni í Onglandi. Tað merkir, at allur struktururin verður gjøgnumgingin fyri at tryggja, at flogfarið er í góðum standi.
Harumframt var ætlanin, at flogfarið skuldi málast meðan tað var á verksmiðjuni.
Fyri at flúgvingin ótarnað skuldi kunna halda fram, hevði Atlatsflog leigað eitt annað flogfar frá Malmö Aviation í Svøríki.
Upprunaliga var ætlanin, at flogfarið hjá Malmö skuldi flúgva frá 6. mars til 28. mars, men av tí at sviar nú sjálvir hava fingið trupulleikar, hava teir boðað Atlantsflog frá, at teir mugu fáa flofarið aftur áðrenn tíðina.
Truckur rendi
á flogvfari
Orsøkin til tað er, at truckur rendi á eitt av flogførunum hjá Malmö Aviation, og óhappið, sum var tilvildarligt hevði við sær, at flogfarið fekk so mikið stóran skaða, at tað ikki sleppur í luftina aftur næstu tríggjar vikurnar, sigur Marius Davidsen frá Atlantsflog.
Hjá Atlantsflog kom hetta sjálvsagt illa við, serliga tí, at arbeiðið upp á teirra flogfar ikki var endaliga liðugt. Sum nevnt var ætlanin, at flogfarið hjá Atlantsflog skuldi málast uttan, men hetta arbeiðið er nú útsett til juni mánaða. Men tað merkir so, at flogfarið hjá Atlantsflog kann setast skjótari aftur í flúgving enn ætlað.
Marius Davidsen, fíggjarleiðari sigur, at óhappið hjá svenska felagnum sjálvsagt kom illa við, men at tað kortini ikki gevur teimum størri trupulleikar enn teir kunnu loysa teir.
? Eitt sovorðið óhapp kemur altíð illa við, men vit verða noyddir til at vísa góðan samstarvsvilja við svenska felagið, tí vit skulu samstarva við teir framyvir.
Hvat merkir tað fyri ferðafólkið?
? Ferðafólkini merkja einki. Vit flúgva ikki týsdagin, men vit hava, saman við ferðaskrivstovunum, umbókað øll ferðafólkini, sum skuldu við okkum týsdagin, og tað merkir, at tey nú fara við Mærsk ístaðin, sigur Marius Davidsen









