- Hvørja ferð tú keypir ein ferðaseðil við flogfarinum, rindar tú 1.016 krónur í ymiskum avgjøldum.
Tað staðfestir Vága Floghvn í dag.
Staðfestingin kemur í kjalarvørrinun av, at Dimmalætting hevur borið tíðindi um, at Vága Floghavn setir met í avgjøldum. Vága floghavn heldur hinvegin, at brúk er fyri at nágreina hesar upplýsingar.
Í Vága Floghavn halda tey, at tað er ov lítið gjøgnumskygni í prísinum á flogferðaseðlum.
- Tá tú keypir ein flogferðaseðil úr Vágum til Keypmannahavnar og heimaftur, eru 1.016 krónur av prísinum avgjøld og nýtslugjøld.
Og tey eru býtt soleiðis, at ferðaavgjald til landskassan er 120 krónur, nýtslugjald til flogvøllin í Vágum er 185 krónur, nýtslugjald til flogvøllin í Kastrup er 151 krónur og eykagjald til Atlantsflog fyri oljuútreiðslur er 560 krónur.
Sostatt sæst, at av øllum avgjaldinum fer Atlantsflog við meiri enn helvtini.
- Hetta er eitt rakstraravgjald sum í fyrstuni var ætlað at byrgja upp fyri høgum oljuprísum, sigur Vága Floghavn. Til samanberingar kann nevnast, at Norwegian tekur 200 krónur fyri ein túr úr Keypmannahavn til Tenerifa og aftur, leggja tey aftrat.
- At Vága Floghavn tekur 34 krónur meira frá hvørjum ferðandi enn Kastrup Lufthavn, er ikki annað enn náttúrligt, tí ferðafólkagrundarlagið undir Kastrup er nógv størri enn tað er undir flogvøllinum í Vágum, sigur Vága Floghavn.










