Tað er nú greitt, at næsta ár fer Atlantsflog at flúgva til Edinburgh í Skotlandi næsta ár, ístaðin fyri til Aberdeen, sum áður. Tað boðar flogfelagið frá beint nú og rutuflúgvingin til Edinburgh byrjar í mars.
Sostatt verður skotski høvuðstaðurin nú ein partur í Norð ætlanini hjá føroyska flogfelagnum.
Atlantsflog heldur, at Edinburgh, og stóri flogvøllurin har, hava fleiri fyrmunir framum Aberdeen. - Edinburgh verður ein fyrimunur fyri ferðandi, sum vilja halda frí í einum býi ella vilja seta eina ferð saman av Edinburgh, Skotlandi og øðrum ferðamálum. - Edinburgh hevur eisini nógv sambond við aðrar flogvøllir sum t.d. London City og London Heathrow og tað kann gagna vinnulívinum, heldur Atlantsflog.
Endamálið hjá Atlantsflogi við Norð rutunum er, at tær skulu stuðla upp undir vakstrarmøguleikarnar hjá føroyskum vinnulívi. Men nýggju ruturnar skulu eisini geva føroyingum og ferðafólkum, sum hava hug at vitja Føroyar, fleiri ferðamøguleikar, sigur Atlantsflog. |