Flogførini hjá Danish Air Transport fara ikki at lenda í Vágum um páskirnar. Tað hevur felagið gjørt av eftir at hava eftirmett flúgvingina um jólini.
Felagið sigur í tíðindskrivi, at tey vóru nøgd við undirtøkuna á jólum, men óvissan um, hvussu verður, um veðurlíkindini ikki eru nóg góð, ger at gjørt er av ikki at flúgva á páskum.
Sum skilst á leiðsluni í DAT, eru tey ikki sannførd um, at flogførini hjá felagnum eru tey røttu at flúgva til Føroya við. DAT hevur bara propelflogfør, sum flúgva nakað væl seinni enn jetflogførini, ið Atlantsflog hevur.
Sagt verður, at felagið nú fer at kanna, um møguleiki er fyri at finna onnur flogfør, áðrenn endaliga verður gjørt av, um felagið yvirhøvur fer at royna Føroyaflúgvingina aftur.
Sagt verður í tíðindaskrivinum, at endaliga avgerðin, um roynt verður at flúgva aftur, verður ikki tikin fyrr enn einaferð seint í vár.










