Fyrstu níggju mánaðirnar í ár var úrslitið hjá Atlantsflogi 22,5 milliónir aftan á skatt.
Tað er væl frægari enn fyrstu níggju mánaðirnar í fjør, tá ið úrslitið var 8,4 milliónir krónur krónur.
Hetta stóðst av, at felagið gagnnýtti sín kapasitet væl og fleyg nógv fyri útlendsk feløg, sigur Atlantsflog.
Hinvegin var úrslitið hjá Atlantsflogi triðja ársfjórðing í ár verri enn triðja ársfjórðing í fjør. Triðja ársfjórðing í ár var úrslitið 14,7 milliónir krónur eftir skatt og triðja ársfjórðing í fjør var tað 15,6 milliónir krónur.
Hetta komst av, at oljuprísurin hækkaði og at onki virksemi var í frálandavinnuni.
- Vit fegnast um vøksturin í flúgvingini fyri onnur feløg uttan fyri Føroyar. Næsta ár hava vit sett okkum fyri at vaksa um tyrluflúgvingina og ferðatilboðini úr Føroyum., sigur stjórin í Atlantsflogi, Magni Arge.
Hann sigur, at við nýggja Airbusflogfarinum fær Atlantsflog nýggjar møguleikar at veita tænastur og fara at flúgva beinleiðis millum Føroyar og Spania á hásumri, leggur hann afturat.
Fjórði ársfjórðingur er vanliga lakur, og veðrið hevur longu darvað ferðsluni nógv í oktober og november, men felagið hevur vónir um, at úrslitið samanumtikið verður betri í ár enn upprunaliga hildið.
Gongdin í rutuflúgvingini er, at ferðslan minkar nakað úr Føroyum, men veksur til Føroya.
Vøksturin á rutuni til Føroya stendst m.a. av, at Atlantsflog miðvíst hevur marknaðarført Føroyar sum ferðamannaland.
Felagið fekk saman við reklamustovuni Umwelt heiðursløn fyri hesa marknaðarføring.
Tann 30 september var eginognin hjá Atlantsflogi 244 milliónir krónur, samanborið við 225 milliónir krónur somu tíð í fjør.
Umsetningurin var 337 milliónir krónur aftur ímóti 305 milliónir krónur somu tíð í fjør.
Solvensurin er nú 64 prosent. Felagið fær eitt nýtt Airbus 319 flogfar í mars næsta ár, og hevur í november gjørt avtalu við Íleggingargrunnin um at veita lán fyri 120 milliónir krónur til keypið.