Atlantsflog: Beinleiðis úr Føroyum til 10 ymisk ferðamál

Nú gongd aftur er komin á flogferðsluna í Evropa, er Atlantic Airways klárt við einari spennandi ferðaætlan við heili 10 ferðmálum í 2022.

Tað skrivar Atlantsflog í tíðindaskrivi.

 

Flogið verður til Keypmannahavnar, Aalborg, Billund, Edinburgh, París, Oslo, Keflavíkar, Gran Canaria, Barcelona og Mallorka.

 

Styrkja flogsambandið til grannalondini - Ísland, Norra og Skotland

 

Flogið verður til/úr Íslandi mánadagar og fríggjadagar alt árið, og longu frá páskum verður tað eisini møguligt at flúgva mikudagar.

 

Nýggja rutan beinleiðis úr Føroyum til norska høvuðsstaðin Oslo er í ferðaætlanini hvønn mikudag alt árið, og frá páskum flúgva vit eisini sunnudagar til og við 16. oktober 2022.

 

Flogið verður til Edinburgh hvønn mánadag og hósdag frá 7. apríl til 22. desember 2022.

 

“Paris is always a good idea”, og tí er París sjálvandi aftur á skránni í 2022

 

Í 2019 fingu føroyingar veruliga smakk fyri París, og franski høvuðsstaðurin er nú aftur í ferðaætlanini hjá Atlantic Airways í 2022. Flogið verður til/úr París hvønn mánadag og hósdag frá 12. mai til 17. okt. 2022.

 

Meira #SÓLUMVETURIN

 

Áhugin fyri at flúgva beinleiðis til Gran Canaria í vetur er stórur. Tí er avgjørt at leingja flúgvingina, soleiðis at nú eisini verður gjørtligt at flúgva til #SÓLUMVETURIN í januar og februar. Flogið verður til/úr Gran Canaria frá 2. november til 15. februar 2022.

 

Barcelona og Mallorka – sølan byrjar fríggjadagin

 

Næsta summar verður eisini aftur gjørligt at flúgva beinleiðis til vælumtóktu SÓL-ferðamálini Mallorka og Barcelona. Flogið verður til Barcelona hvønn týsdag frá 7. juni til 27. september 2022 og til Mallorka hvønn mikudag frá 22. juni til 17. august 2022. SØLAN BYRJAR FRÍGGJADAGIN 15. OKTOBER 2021.