Ringa veðrið órógvar flogferðsluna í dag. Atlantsflog boðar frá, at orsakað av ringum floglíkindum í kvøld verða hesar broytingar í flogferðsluni:
RC459 úr Keypmannahavn kl. 19:00, ið væntaðist í Vágum kl. 20:20 er avlýstur. Hesin væntast aftur sum RC1459 fríggjamorgun við fráferð úr Keypmannahavn kl. 07:00 og komu í Vágum kl. 08:20
RC433 úr Bergen kl. 19:00, ið væntaðist í Vágum kl. 19:20 er avlýstur. Hesin væntast aftur sum RC1433 fríggjamorgun við fráferð úr Bergen kl. 07:00 og komu í Vágum kl. 07:20
Allar tíðir eru lokal tíðir.
Til ber at fylgja við ferðsluni beinleiðis á www.atlantic.fo http://www.atlantic.fo










