Atlantsflog av við seinasta gamla flogfarið

Nú hevur Atlantsflog bara teir tríggjar loftbussarnar og tyrlurnar eftir

Atlantsflog og Malmø Aviation hava í dag undirskrivað ein sáttmála um, at svenska flogfelagið frá august langtíðarleigar seinasta flogfarið av slagnum RJ-100 frá Atlantsflogi.

 

Leigutíðin er 17-30 mánaðir, sigur Atlantsflog í fráboðan í dag.

Hetta hevur við sær, at seinasta flogfarið av slagnum BAE Avro RJ-100, er á veg úr flotanum hjá Atlantsflogi.

 

Felagið avgjørdi fyri nøkrum árum síðani at seta eina tilgongd í verk, har eldru flogførini skuldu úr flotanum, og at felagið ístaðin skuldi útvega sær flogfør av slagnum Airbus 319.

Tá ið seinasta av eldru flogførunum er farið úr flotanum, hevur Atlantsflog ræði á trimum Airbus 319, tveimum BELL 412 tyrlum, og einari tyrlu av slagnum AW 139, sum flogfelagið leigar í mars til at brúka í frálandavinnuni í 2014.


- Framtíðarflotin hjá Atlantsflogi er natúrligur partur av strategiarbeiðinum, ið er farið í gongd, og sum verður liðugt í juni. Leigumálið við Malmø Aviation ávirkar ikki ætlaða ársúrslitið hjá Atlantsflogi fyri 2014, sigur felagið.



Atlantsflog fleyg frá fyrsta degi við BAE-flogførum. Tey eru so líðandi farin úr flotanum, eftir at Atlantsflog fór yvir til Airbus 319.