Atlantsflog 13 milliónir í yvirskoti

Atlantic Airways kann í roknskapinum fyri 1998 staðfesta ein vøkstur í umsetninginum uppá 15%. Ein vøkstur sæst í yvirkotinum uppá 51%. Men stórar íløgur eru eisini fyri framman, m.a. umhugsar felagið nýtt flogfar

Dagfinn Olsen


1998 royndist væl hjá Atlantic Airways. Felagið kann staðfesta eitt yvirskot uppá 13 milliónir krónur. Eftir avskrivingar 10,2 milliónir krónur. Hetta er ein vøkstur uppá 51%, í mun til árið fyri, tá yvirskotið var 8,6 milliónir.

Umsetningurin vaks við 16 milliónum, úr 102 upp í stívar 118 milliónir krónur. Ein vøkstur uppá 15%.

Eginognin er vaksin úr 44 milliónum uppí 57 milliónir. Tøkur peningur hjá felagnum vaks upp í 28 milliónir við ársenda, meðan langfreistaða skuldin minkaði niður í 36 milliónir krónur.

Samlaða talið av ferðafólkum vaks í 1998 við 14% - úr 66.000 uppí 75.000. Meginparturin stavar frá summarflúgvingini, tá Atlantic Airways leigaði eitt eyka flogfar.

- Vit eru fegin um góða úrslitið í fjør, sigur Magni Arge, stjóri, men hann ásannar, at hetta eisini er neyðugt, tí stórar íløgur eru fryri framman. Tíðin er búgvin at hugsa um íløgu í eitt nýtt flogfar, sum kostar einar 150 til 200 milliónir. Somuleiðis er neyðugt at hugsa um nýggja tyrlu, ið kostar um 40 milliónir krónur.

Aðalfundur verður í Atlantic Airways 9. apríl 1999.