Atlantsfarið við svartkjafti

Føroyska svartkjaftakvotan er skjótt uppfiskað, og tí væntar Havsbrún í Fuglafirði ikki tær heilt stóru nøgdirnar av svartkjafti aftrat. Atlantsfarið landar í Fuglafirði í dag. Teir hava umleið 500 tons av svarkjafti, sum Havsbrún keypir.

Finnur Fríði, sum hevur verið ein túr á sild, hevur eisini landað smávegis nøgdir í Fuglafirði. Sum skilst, fekk Finnur Fríði, sum var eystanfyri, ikki roynt fyri makreli.

Nú er skipið so farið á makrelveiði.

Á Havsbrún vænta tey ikki tær stóru ráfiskanøgdirnar teir næstu dagarnar, nú føroyska svartkjaftakvotan skjótt er uppfiskað.

Onkur eigur eitt sindur av kvotu eftir, men nú er svartkjafturin farin at ganga undan.

Føroyska heildarkvotan av svartkjafti í ár er umleið 63.000 tons.