Á Havsbrún í Fuglafirði hava teir í morgun landað Atlantsfarið, sum hevur verið inni við stívliga 200 tonsum av hvítingsbróðuri. Skipið hevur royndarfiskað, og umborð hava verið eftirlitsfólk, sum hava fylgt við veiðini.
Lastin hjá Atlantsfarinum er onnur ráfiskalastin, sum Havsbrún í Fuglafirði hevur keypt higartil í ár. Fyri nøkrum døgum síðan var eisini Fagraberg inni við stívliga 3.100 tonsum av svartkjafti.
Prísurin fyri ídnaðarfisk er góður og eins og Fagraberg, fær Atlantsfarið eisini stívliga tvær krónur fyri kilo.
Á Havsbrún fegnast tey um, at virkið aftur hevur fingið hendur á ráfiski, og tey vóna eisini at sleppa at keypa onkra svartkjaftalast aftrat.
Av teimum umleið 50.000 tonsunum av ráfiski, sum virkið keypti í fjør, var meginparturin avskurður, sum virkið í Fuglafirði keypti frá ávikavist Faroe Pelagic í Kollafirði, Varðanum Pelagic á Tvøroyri og Tavuni í Leirvík.