Atlants Kolvetni vert eina milliard

Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum gjørdi eitt rimmar hál í morgun, og setti harvið eisini eitt met, tá kursurin á partabrøvunum kom upp á 950 krónur.

Hetta eru sera góð tíðindi fyri teir mongu føroyingar, sum hava sett pengar í felagið. Høgi kursurin hevur við sær, at marknaðarvirðið fyri felagið fyri fyrstu ferð í søguni er omanfyri eina milliard krónur. Fríggjadagin varð kursurin 840 kr., so í vikuskiftinum hevur kursurin tikið ordiligt dyk á seg. Uppá fyrispurning hvør orsøkin kann vera hesa knappligu hækking verður sagt frá Atlants Kolvetni í Havn, at tey gera ikki viðmerkingar til slíkar hækkingar. Sum skilst fór roknskapurin fyri fyrsta ársfjórðing út um vikuskiftið. Annars bórust tey tíðindi í útvarpinum og á Portalinum í vikuskiftinum, at føroyska oljufelagið í farnu viku fór undir ta fyrstu av trimum leitiboringum í einum av loyvunum á bretskum øki.

 

Ì dag eru umleið 3700 partaeigarar í Atlantic Petroleum, harav umleið 66% liggja í Føroyum. Hinir partaeigarnir eru útlendingar og føroyingar í útlandinum.