Atlants Kolvetni skjótt framleiðandi

Atlantic Petroleum hevur aðalfund týsdagin.

Oljuvinna

Eftir vanliga aðalfundin fer ein av "veteranunum" á føroyaøkinum Richard Hardmann at halda fyrilestur um oljuleitin, oljuprísir ol. Hann stóð í mong ár á odda fyri virkseminum hjá Amerada Hess í Føroyum. Sosialurin skilur annars, at fdøroyska oljufelagið er komið væl áleiðis við sínum ætlanum at gerast eitt framleiðandi oljufelag. Samráðingar hava verið við fyritøkur, sum virka olju á bretska landgrunninum. Tann fyrsta avtalan av slíkum slag er við at vera klár og verður helst undirskrivað í næstum. Tað snýr seg um eina upphædd uppá millum 50 og 100 mill kr. og er fíggingin komin uppá pláss