Klaksvík:
Mentanarhúsið Atlantis fekk fyri tveimum mánaðum síðani nýggjan dagligan leiðara. 31 ára gamli Høgni Klakkstein varð settur, og Sosialurin hevur sett honum stevnu fyri at práta eitt sindur um húsið, hvørjar møguleikar eru fyri at skipa fyri tiltøkum og framtíðarætlanir.
? Húsið er fínt til at hava smærri tiltøk og konsertir, men trupulleikin vísir seg at vera at fáa fólk at koma til tiltøkini, sigur Høgni og vísir á, at seinasta vikuskifti var eitt blues kvøld við nøkrum av landsins bestu tónleikarum, men har var ikki nógv fólk.
? Tað er ikki gott at vita, hvat klaksvíkingar tíma, men eg vænti, at konsertin við Martin Joensen Band nú leygarkvøldið fer at savna nakað av fólki, sigur Høgni.
Av komandi tiltøkum nevnir Høgni til dømis konsertir við Týr, Lenu og Niklas, Pætur við Keldu og norðoyastevnuteitið. Eisini er húsið bílagt til beinleiðis útvarpssendingar í august.
Sum er, eru tiltøk aloftast í húsinum um vikuskiftini og kvøldini, og tað heldur Høgni átti at borið til at gjørt nakað við, so at húsið eisini verður nýtt í gerandisdegnum. Hann sær fyri sær, at við komandi broytingum, sum fara at verða framdar, so kundi húsið verðið nýtt til so øgiliga nógv annað enn konsertir, upplestrar og biograf. Hann nevnir sum dømi kvøldsetur av ymsum slagi, mótasýningar, sølufremjandi tiltøk hjá fyritøkum umframt at farið í samstarv við mentanarhúsið í Fuglafirði og Norðurlandahúsið.
Nýtt anlegg
? Men tað nyttar onki við ongum ljóðanleggi, tað má í húsið fyrst, slær Høgni fast.
Við einum nýggjum anleggi sær Høgni eina rúgvu av stórum møguleikum fyri sær, og eisini fer tað lætta munandi um at skipa fyri tiltøkum.
? Eitt nýtt anlegg fer uttan iva at gera alt effektivari í húsinum. Tað er jú trupult at skula út at leiga anlegg hvørjaferð, tí so noyðist ein ofta at hava ein mann, sum kennir anleggið, við, og tað kostar. Hvør 1.000 krónu seðil hevur jú nógv at siga, sigur Høgni og vísir á, at um eitt anlegg var í húsinum, so kundi hann sjálvur tað sama tendra tað fyri tey vitjandi, tí hann hevur jú sína dagligu gongd har.
Sum nú er, bíðar hann eftir svari frá Mentamálaráðnum, sum hann hevur søkt stuðul frá. Um væl vil til, so letur Mentamálaráðið umleið ein triðing av kostnaðinum, og Høgni sigur eisini, at húsið hevur fingið fleiri góðar stuðlar til hetta keypið.
? Eitt nýtt anlegg verður kærkomið, tað er púra sikkurt, staðfestir Høgni, og hann tykist nærum ótømiligur fyri hugskotum, sum eitt ljóðanlegg í húsinum, hevði gjørt lættari at skipa fyri.
Broytingar
Høgni hevur eisini gjørt sær nakrar tankar um broytingar inni í húsinum, sum hann heldur fer at bøta um umstøðurnar.
Ætlanin er, at kioskin, sum er í foyerinum, skal broytast. Har fer ein nýggj kaffimaskina at koma skjótt, har møguleiki verður at keypa sær onnur sløg av kaffi - til dømis cappuchina og espresso.
Eisini verður teppi lagt á gólvið í øllum salinum. Sum nú er, er bara teppi í gongdini millum stólarnar. Og tað ætlar Høgni eisini at broyta. Hann sigur, at soleiðis sum stólarnir standa í dag, so er nógvir blindir vinklar frá salinum upp á pallin, og tað ger, at summi ikki síggja allan pallin, og tað má sigast at vera óheppið.
Tí er meiningin, at allir stólarnir verða settir saman, so at ongin millumgongd verður í miðjuni. Tá koma fólk at ganga fram við vegginum báðumegin, og tað sigur Høgni, fer at bøta um hendan trupulleikan.
Avgjørt er annars, at takið skal skiftast á húsinum, og í tí sambandinum hevur Høgni verið á fundi við Klaksvíkar býráð fyri at kanna møguleikarnir fyri at gera kvistar á loftinum, so at tað kann verða nýtt fult út.
? Við møguligum kvistum, fer at bera til at gera smærri rúm á loftinum, sum eitt nú kunnu nýtast sum uppihaldsrúm fyri gestum, sum koma til húsið, tí sum nú er, er onki slíkt rúm í húsinum tiltaks, uttan at Sjónleikarafelagið letur kjallarin til tað, greiðir Høgni frá.
Biografur má vera
Atlantis hýsir ymiskum tiltøkum gjøgnum eitt ár, men tað støðufasta er uttan iva biografurin.
Høgni er púra sannførdur um, at ein biografur eigur og skal vera í Klaksvík. Og hann letur væl at honum, sum nú er.
? Hóast hann ikki gongur framúr væl, so ber hann seg, sigur hann.
Í fjør vóru um 10.000 fólk í biograf í Klaksvík, og tað heldur Høgni ikki vera so galið. Hann er bjartskygdur um hetta árið.
? Biografurin veldst jú um, hvat fyri filmar ganga. Eg ivist ikki í, at stórfilmar sum Lord of the Rings og Passion of the Christ gera teirra til, at hetta talið kanska við ársenda er kvinkað nakað upp um 10.000, men tað er sjálvandi vónleyst at siga nakað ítøkiligt um longu nú.
Hann arbeiðir við fleiri spennandi ætlanum, men hansara aðalmál tykist at vera, at húsið skal verða nýtt í gerandisdegnum og ikki bert standa, sum hann sjálvur tekur til, sum eitt jólatræ meginpartin av vikuni.









