Atlantis hvarv í mjørkanum

Ein av okkara fremstu politikarum spyr eftir Atlantis í Norðlýsinum. Svarið er stutt og greitt. Mentunarhúsið er horvið í mjørkanum.

Sum tey flestu vita, so eigur Klaksvíkar Kommuna bygningin.

 

Tað skuldi verið ein fyrimunur, men bleiv skjótt ein trupulleiki.

Sum so nógvar aðrar ognir hjá býráðnum, so var Atlantis ein bygningur,

sum í nógv ár ongan góðan átti, uttan tey sum spældu sjónleik í bygninginum, og sum eftir førimuni royndu at skapa sær umstøður í hølunum.

Húsið var um at forfella og ikki í lógligum standi.

Tí var tað helst kærkomið at nøkur fólk gjørdu av, at endurreisa bygningin og gera Atlantis til eitt innbjóðandi stað við tiltøkum, sjónleiki og biografi.

Tá sami maður, sum á innbodnari samkomu summarið 1997 klipti snórin í Atlantis, og sum átti so nógv rós og góðan vilja at bera húsinum, er farin at lasta projektinum, kann hetta ikki standa ósvarað.

Ein nýtist ikki hvørki at hava skil fyri leiðslu ella fíggjarstýring fyri at skilja hví Atlantis bleiv dýrari enn upprunaliga ætlað. Tað vistu øll, eisini Jógvan Lützen. Bæði áðrenn og aftaná at arbeiðið var liðugt.

Húsið skuldi lúka øll krøv frá brand- og heilsumyndugleika. Tað skuldi vera handikappvinarligt. Tað skuldi rúma alskins møguleikum. Felagshølir til Klaksvíkar Sjónleikarafelag skuldu gerast í kjallaranum. Økið skuldi fríðkast, soleiðis at Atlantis kundi taka seg út í býarmyndini. Innbúgv skuldi keypast.

Arbeitt varð skjótt og sjálvt peningastovnurin góðtók at fíggjarætlanin ikki helt.

Onki spill var av pengum og íløgurnar sóust aftur í ríkiligum máti.

Takkað verið einum ótrúligum vilja frá einstaklingum, munagóðum stuðli frá handlum, fyritøkum og grunnum bleiv Mentunarhúsið Atlantis uppá rekordtíð veruleiki.

At Klaksvíkar Býráð játtaði 450.000 krónur yvir trý ár til eina ogn, sum kommunan eigur og sum gjørdist karmur um biograf, tónleik, sjónleik og aðra mentan í Klaksvík, haldi eg ikki at formaðurin í Mentunarnevndini skal vera so keddur av.

At Atlantis í dag hevur eitt samlað virði uppá uml. 5 mill. krónur, og at skuldin bert er ein triðing av hesi upphædd, áttu royndir politikarar at lært av og virðismett.

Hví Atlantis hvarv kann bert tann blindi spyrja seg sjálvan.

Bygningurin stendur framvegis í býnum. Øll síggja hetta snotuliga húsið. Men tey sum einans síggja trupulleikan, hóma ikki møguleikarnar.

Tey, sum veruliga sýndu vilja og stríddist fyri at fáa eina nýggja dimentjón til býin, hava til fánýtis roynt at fáa skipaði viðurskifti í Atlantis.

Tað ber til at koma víðari úr ósemjum, men um alt druknar í handlingsloysi, tómum lyftum og mjørkatosi, steðgar alt upp.

Byggibólkurin frá 1997, ynskti skipaði viðurskiftið tá húsið var tikið í nýtslu og at seta eitt húsastýrið, men mátti av góðum grundum leggja bóltin fyri føturnar á Klaksvíkar Býráð, sum í skjótt fleiri ár hevur sparkað hann víðari til Føroya Landsstýrið, Klaksvíkar Sjónleikarafelag, Norðoya Sparikassa, Norðurlandahúsið,umsitingina, sakførara, einstaklingar og aðrar viðleikarar.

Øll eru á sama liðið og ynskja eitt gott úrslit. Men Klaksvíkar Býráð hevur ikki dugað serliga væl at samskipað spælið.

Um Klaksvíkar Býráð ikki hevur rygg at bera kostnaðin av Atlantis og at skipa húsið sum eitt veruligt mentanarhús, so er at siga tað.

Um sjónleikur og biografur ikki kann húsast undir sama taki, so má støða takast út frá tí.

Um Atlantis skal verða leikhús burturav, so er tað eisini ein møguleiki.

Um ein Sjálvsognarstovnur er rætta loysnin, so er at føra tað út í lívið.

Um lýsast skal eftir einum leiðara ella leigara, ja so gerið tað!

Fyribils er Atlantis ikki lýst til sølu.

At Atlantis av fyrstan tíð kundi verið skipað øðrvísi, og at fólk hava verið ymisk á máli um hvussu húsið skuldi rekast, kann eingin liva leingi av ? jú kanska einstakir politikarar.

Knúturin í Atlantis var og er framvegis lættur at loysa. Vit skulu bara ikki toga í hvør sín enda.

Tann maður, sum nú alment trínur fram og sigur um Atlantis: Vit góðtaka ikki at ávísir smáir bólkar í okkara lítla lokalsamfelag gera sær dælt, og senda rokningina til borgaran?_, ja, hann hevur neyvan skilt ta positión honum varð lutað í hendi fyri skjótt fýra árum síðani.

Fyribils er ongin rokning send skattaborgarnum, meðan privatir persónar hava verið kravdir eftir pengum fyri umbyggingina av Atlantis.

Skal talan vera um sløs av pengum hjá tær og mær, so hygg eftir fótbóltsvøllinum, sum longu frá fyrsti degi ikki kundi brúkast. Og milliónbrølaran í Skúlanum á Ziskatrøð, har millum annað eitt elevatortorn bleiv bygd til onga verðins nyttu.

Ein dugnalig politisk leiðsla kann fáa lív í Atlantis uppá fáar vikur.

Og eitt vælrikið mentunarhús nýtist ikki at vera nøkur byrða hjá Klaksvíkar Býráð.

Heldur tvørturímóti?

Tað skilja sjálvt vanlig fólk.