Atlantis gevst

Biografurin í Atlantis gevur hall orsakað av vantandi áhuga og skuldin í húsinum er stór, tí steingir Atlantis í Klaksvík fyribils

Tá vikan er av, slóknar peran í filsmvísaratólinum í Atlantis fyri seinastu ferð - fyribils. Felagið, ið rekur húsið er illa fyri fíggjarliga og undirtøkan fyri biografinum er lítil og eingin. Tí ætlar nevndin sær at steingja biografin fyribils, so sleppast kann undan at koma í størri skuld.


Kostnaðarmikil umvæling

Leif Eliasen, dagligur leiðari í Atlantis, harmast um støðuna, men sigur, at eftir hansara tykki er tað skilabest at steingja biografin áðrenn støðan gerst enn verri. Hann vísir á, at felagið hevur eina ógvuliga stóra skuld at dragast við, og fyrr enn ein loysn um, hvussu skuldin skal gjaldast er funnin, opnar biografurin ikki aftur.

Ein av orsøkunum til stóru skuldina hjá Atlantis er umbyggingin av húsinum, sum varð framd fyri tveimum árum síðan. Í fíggjarætlanini varð kostnaðurin av umbyggingini mettur at vera um eina millión, men veruleikin gjørdist, at fíggjarætlanin varð sprongd við tveimum milliónum.

Leif Eliasen sigur, at feiri feløg standa í rað at fáa pening rindaðan, ið Atlantis skyldar teimum, og tí er skilabesta loysnin at steingja meðan loysn verður funnin á trupulleikanum.


Tiltøk úr Norðurlandahúsinum

Dagligi leiðarin í Atlantis veit ikki nær biografurin opnar aftur, men hann sigur, at ætlanin ikki er, at húsið skal liggja heilt deytt, hóast biografurin steingir. Ætlanin er nevniliga at gera avtalu við Norðurlandahúsið, soleiðis, at tey tiltøk, ið eru í Norðurlandahúsinum, eisini koma til Klaksvíkar. Her hugsar hann um tónleikaframførslur, mótasýningar og annað líknandi.

Nevndin í Atlantis fer at hava fund í næstum, har avgjørt verður, hvussu trupulleikin skal loysast, og vón teirra er, at biografurin ikki verður stongdur longri enn ein mánað.