Umborð á rúmdarferjuni eru sjey rúmdarfólk, og við sær hava tey ein dýran evropeiskan lut Atlantis varð skotin út í rúmdina á Cape Canaveral-støðini í Florida. Umborð eru sjey fólk, og teirra millum eru ein generalur í franska flogvápninum og ein týskur lækni.
Við sær hevur Atlantis eina eina evropeiska rannsóknarstøð. Hon eitur Columbus og skal setast umborð á altjóða rúmdarstøðina. Columbus er ein evropeisk gáva til rúmdarstøðina og ein av teimum dýru. Kostnaðurin er 10 mia. krónur.
Tann evropeiska kanningarstøðin er gjørd í Bremen í Týsklandi, og hon vigar 13 tons.