Atlantic spennir seg út á íslandsrutuni

? Vit vilja satsa meira uppá íslandsrutuna, og málið hjá okkum er at økja munandi um talið av ferðandi millum Føroyar og Ísland, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways

Í næstum fer Atlantic Airways at flúgva tvær ferðir um vikuna til Íslands. Hetta verður mánadag og fríggjadag.
Í løtuni flúgva 9000 fólk á hesi rutuni um árið, og ætlanin hjá føroyska flogfelagnum er at røkka 15.000 ferðandi um árið. Við øðrum orðum skal talið av ferðandi vaksa við umleið fimmti prosentum.
Hetta málið skal røkkast við at seta prísirnar niður, og økja um reglusemið á rutuni.

Atlantic tekur yvir
Higartil hava Atlantic Airways og Icelandair verið saman um íslandsrutuna. Atlantic hevur flogið fríggjadagar, og Icelandair hevur flogið mánadagar.
Nú hevur Atlantic átikið sær at flúgva mánadagar eisini, so at Icelandair ikki er við á hesi rutuni longur. Atlantic fór at flúgva til Íslands fyri fyrstu ferð í 1995, og nú tekur føroyska flogfelagið yvir.
? Vit vilja stimbra ferðsluna til Íslands, so at fleiri føroyingar og íslendingar kunnu vitja londini hjá hvørjum øðrum, sigur Magni Arge.
Fyri tað fyrsta verða prísirnir settir munandi niður. Bíligastu einvegis ferðaseðlarnir vera at fáa fyri 595 krónur . Harafturat koma so avgjøld á nakrar hundrað krónur. Treytin er tó, at hesir ferðaseðlarnir verða bílagdir tríggjar vikur frammanundan.
Hægsti prísurin fyri ein einvegis ferðaseðil til Íslands verður nú 2000 krónur, har hann var 5800 áður.
Teir lægstu prísirnir fáast tó bert við at bíleggja og keypa á internetinum. Um bílagt verður við telefon kostar avgreiðslan 220 krónur, men um bíleggingin fer um internetið kostar tað 100 krónur.

Reglusemið betrað
Nú tá Atlantic Airways fer at flúgva einsamalt á íslandsrutuni, batnar reglusemið munandi. Flogførini hjá Icelandair høvdu ikki eins góðan førleika at lenda í Føroyum, tí tey krevja betri sýni enn jet-flogførini hjá Atlantic. Tískil kann roknast við, at flogførini lenda og flúgva oftari til tíðina enn higartil.
Aðrar avmarkingar eru tó á teimum bíligu ferðaseðlunum. Eitt nú verður tænastan umborð avmarkað. Eingin refundering verður at fáa, og tú fært bert tann fyrsta sjussin fyri einki. Vilt tú hava fleiri, skalt tú rinda fyri hetta. Tænastan verður annars sum vanligt.
? Við hesum átakinum vilja vit lata dyrnar upp fyri einum spennandi og mennandi samstarvi. Vit vilja fegin hava, at fleiri fólk ferðast á hesi rutuni, og eg haldi ikki, at tað ber til at seta prísin longur niður enn hetta. Eg rokni ikki við, at meira enn helmingurin av øllum føroyingum hava verið í Íslandi, men nú er ein góður møguleiki at vitja okkara nærmastu grannar, sigur Magni Arge at enda.