- Tað er eksploderað! Gestalistin hevur vaksið seg frá 40 heilt upp til 100 einstaklingar, sum koma til Atlantic Soundscapes ígjøgnum dagin at uppliva føroyska list og tónlist
sigur Christian Hald Buhl, ein av fyriskiparunum aftanfyri showcase tiltakið fyri føroyska list, tónlist og móta, ið fer fram í Brussel, Belgia í dag. Tiltakið eitur Atlantic Soundscapes og er hildið í væl umtókta spælistaðnum Beursschouwburg.
- Her koma fólk allastaðni frá; ein rúgva av politikarum og fólki innan tónleikavinnuna. Úr Fraklandi, Hollandi, Týsklandi, Luxemburg, Sveits, Danmark, Grønlandi og sjálvandi Føroyum. Og tað er fantastiskt at merkja, hvussu væl fólk her í Belgia taka ímóti hesum tiltakinum. Atlantic Soundscapes er enntá valt sum nummar eitt tiltak alt hetta vikuskiftið, og fjølmiðlar allastaðni eksponera okkum og viðmæla fólki at møta upp. Fokusið, ið er á tiltakið, er so intenst, sum vit yvirhøvur kunnu hugsa okkum. So eg eri ógvuliga væl nøgdur og gleði meg til at seta tiltakið í gongd nú um nakrar minuttir (Kl 17.00, 16.00 føroyska tíð)
Frá 17.00 til 20.00 er List og Móti á skránni fyri innbodnar gestir. Mótin verður presenteraður av Barbaru í Gongini, Guðrun og Guðrun, Dennis Agerblad og Elisu Heinesen. Listin av Marmar, Heðin Kambsdal og Zacharias Heinesen. Umframt hetta verður eisini føroyskur matur borðreiddur av Birgiri Enni.
Frá 20.00 til 23.00 er stóra tónleikatiltakið við Boys in a Band, Gestir, Orca og Budam.
Tíðindi verða løgd út her á portalin, so hvørt sum ein framsýning/konsert er farin framvið.
www.beursschouwburg.be
www.myspace.com/atlanticsoundscapes