? Eg kann ikki avsanna, at vit hava fíggjarligar trupulleikar ar dragast við, og at starvsfólk hjá útvarpsstøðini hava verið noydd at bíða nakrar dagar eftir at fáa løn, men eg haldi ikki, at tað sigast kann, at talan er um stórar trupulleikar.
Hetta sigur stjórin og eigarin av einastu privatu útvarpsstøðini í Føroyum, Lárus Robert Árason, í sambandi við, at Sosialurin hevur frætt, at støðin hevur álvarsligar fíggarligar trupulleikar at dragast við, og at starvsfólk á støðini hava trupult vð at fáa løn fyri sítt arbeiði.
Føroyskar fyritøkur gjalda ikki
Lárus Robert Árason sigur størstu orsøkina til trupulleikarnar vera, at føroyskar fyritøkur, ið lýsa í Atlantic Radio, eru ov seinar at gjalda. Hann sigur, at útvarpsstøðin eigur hópin av peningi standandi úti hjá fyritøkum, ið enn ikki hava goldið fyri lýsingar, tær hava havt í útvarpsstøð hansara, og um hesin peningurin kom inn, hevði staðið væl til hjá Atlantic Radio.
? Jú, tað er rætt, at starvsfólk hjá okkum hava verið noydd at bíða eftir at fáa løn útgoldna, men tey hava aldri bíðað meira enn seks til tíggju dagar, leggur stjórin í Atlantic Radio dent á. Hann er vísur í, at talan bert er um byrjunartrupulleikar, ið støðin nú er ferð við at stíga fyrsta stigið yvirum.
Lítla og onga løn
Nøkur av starvsfólkunum hjá Atlantic Radio eru longu farin til hús, orsakað av, at tey lítla og onga løn hava fingið. Tað frættist, at hesi starvsfólk, bert hava fingið nakrar fáar túsund krónur, hóast tey hava starvast hjá støðini nærum síðani hon byrjaði at senda. Tey siga eisini, at tá tey hava rykt eftir lønini hjá stjóranum á útvarpsstøðini, hevur hann verið ógvusligur og hevur hótt tey bæði við einum og øðrum.
Men orðini hjá stjóranum í Atlantic Radio eru, at starvsfólkini aldri hava bíðað leingi eftir at fáa løn sína útgoldna.
Sosialurin frættir frá starvsfólkunum hjá Atlantic Radio, at tey ætla sær at hava fund við Blaðmannafelagið hósdagin, har finnast kann útav, hvat tey kunnu gera, fyri at fáa løn sína útgoldna.
Víðka um virksemi
Lárus Robert Árason vísir á, at hann hevur keypt eina útvarpsstøð í Íslandi, sum í løtuni hevur næsthægsta lurtaratalið í Reykjavík. Hann metir, at hendan støðin kann vera við at fíggja Atlantic Radio, samstundis, sum keypið eisini kann geva støðini í Føroyum tøkniligar fyrimunir, við tað, at útgerð kann lænast ímillum støðirnar báðar.
Stjórin í Atlantic Radio sigur, at ætlenin er, at fáa fatur á fleiri lurtarum og fleiri lýsarum, og er væntar hann, at hetta fer at eydnast. Eisini er ætlanin at selja partabrøv, soleiðis, at tað fer at bera til hjá privatum at ogna sær lut í fyritøkuni.
? Atlantic Radio skal gerast føroysk fyritøka burturav, og eg vóni ikki, at Sosialurin fer at mótarbeiða okkum, endar stjórin í Atlantic Radio við at siga.










