Atlantic Radio bjóðar av

Søkja um loyvi at senda sjónvarp og eina útvarpsrás afturat

Atlantic Radio ætlar ikki at seta seg afturá og njóta framd avrik, nú felagið hevur sent útvarp í tríggjar mánaðir.

Ístaðin hava teir við nýggjum umsøknum til Loftmiðlanevndina rættiliga bjóða føroysku loftmiðlunum av.

Ætlaninar eru stórar. Atlantic Radio hevur søkt um loyvi at senda eina útvarpsrás afturat, umframt at teir ætla at senda sjónvarp, bæði føroyskt og útlendskt.

Innan tríggjar mánaðir ætlar Atlantic Radio at senda útvarp til nærum allar føroyingar. Tónleikurin og tilfarið annars skal nú náa út til oyruni á klaksvíkingum, eysturoyingum, vágafólki og suðringum.

? Málið er at náa út til allar føroyingar, men tað ber neyvan til at røkka út í hvønn krók. Tí siga vit, at vit ætla at náa út til 80% av fólkinum innan tríggjar mánaðir, sigur Lárus Róbert Árason, eigari av Atlantic Radio.


Eina útvarpsrás afturat

Seinastu tríggir mánaðirnar hava givið Atlantic bloð á tánna, tí nú vilja teir sleppa at senda útvarp á tveimum rásum.

Ætlanin er, at gera ein nýggja rás, sum fer at venda sær meiri til tilkomin fólk.

? Sum nú er hava vit lurtarar í øllum aldursbólkum, bæði børn, ung og tilkomin, men framyvir er ætlanin at hava eina rás til tey ungu upp til 25 ár, og so eina rás til tey tilkomu yvir 25 ár, sigur Lárus Róbert Árason.


Eisini sjónvarp

Atlantic Radio hevur søkt um loyvi at senda sjónvarp, og tey ætla at senda á einari ella tveimum rásum um kvøldarnar. Á skránni skulu útlendskar sendirøðir, filmar og annað undirhald verða. Men rásin ætlar eisini at gera nakað av føroyskum tilfari.

Hesar rásir ætlar Atlantic Radio skulu bjóðast út í einum pakka saman við útlendskum rásum. Ætlanin er so at fáa føroyingar keypa ein dekodara frá felagnum, sum teir so kunnu taka útlendsku og føroysku rásirnar.

? Vit ætla ikki at kappast beinleiðis við SvF, men vit fara at geva føroyingum ein møguleika afturat at síggja sjónvarp, sigur Lárus Róbert Árason.