Aðalfundur
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum hevði aðalfund í Havn leygardagin. Har var roknskapurin góðkendur og nevndin afturvald. Í nevndini sita Kjartan Hoydal, formaður, Poul Mohr, Mortan Johannesen, Óli Hammer og Peter Even Djurhuus. Stjóri í felagnum er Wilhelm Petersen.
Hetta er áttandi aðalfundurin hjá felagnum og tann fyrsti síðani felagið varð skrásett á virðisbrævamarknaðinum. Úrslitið hjá felagnum fyri 2005 varð eitt hall uppá 9.8 mill. kr, og kemur hetta ikki óvart á, tí felagið hevur gjørt stórar íløgur við tí fyri eygað at fáa inntøkur í næstu framtíð, eitt nú frá oljuframleiðslu í bretskum øki.
Hallið var nakað hægri enn mett við endan á 3. ársfjórðingi 2005. Orsøkin er, at felagið hevur niðurskrivað íløgurnar í loyvum á enskum øki, uppá íalt 5,6 mió. kr. Um sæð verður burtur frá niðurskrivingini varð hallið av rakstri felagsins 4,1 mió. kr., sum er lægri enn væntað. Leiðsla felagsins metir úrslitið at vera nøktandi, um hugsað verður um, at felagið er undir menning. Í ársfrágreiðingini verður upplýst, at Atlantic Petroleum hevur málrættaðar ætlanir um at gerast fremsta óhefta oljufelagið í Føroyum og skal hetta endamál røkkast við at vera fíggjarliga sterkt og væl rikið, við góðum umdømi uttanlands og við førleika at geva partaeigarum eitt gott avkast.
Spennandi framtíð
Langtíðar mál felagsins eru oljuleiting í føroyskum øki, oljuleiting í enskum øki og keyp av ognarpørtum í framleiðandi økjum. Og higartil hevur henda ætlan víst seg at givið góð úrslit stendur í ársfrágreiðingini. M.a. luttekur felagið í fýra føroyskum leitiloyvum og seks loyvum í enskum øki.
Um framtíðarútlitini verður sagt, at virksemið hjá Atlantic Petroleum í 2006 verður væntandi væl størri enn undanfarin ár. Verulig gongd fer ætlandi at koma á útbyggingarnar av Chestnut og Ettrick, eins og Perth skal búgvast út til útbyggingar. Støða verður eisini tikin til, hvussu víðari skal farast fram við West Lennox fundinum í 2006. Felagið er so eisini við í tí sera spennandi boringini á Brugdumiðinum á føroyska landgrunninum í summar. Hesin brunnur kann fáa stóran týdning fyri menning av teimum báðum loyvunum, sum AP fekk tillutað í 2. útbjóðing. Felagið fer so eisini framhaldandi at troyta møguleikarnar fyri at keypa seg inn í leiti-, útbyggingar- og framleiðsluloyvi. Atlantic Petroleum kannar so eisini møguleikarnar fyri at yvirtaka verandi smærri oljufeløg fyrst og fremst í Bretlandi men eisini í Noregi og Danmark.
Arbeitt hevur alla tíðina verið við at menna felagið, bæði við innanhýsis mannagongdum og arbeiðshættum annars fyri m.a. at lúka tey krøv, ið verða sett til feløg, sum eru skrásett á einum virðisbrævamarknaði. Umsiting felagsins verður víðkað sohvørt tørvur er á tí. Nú felagið er farið undir at útbyggja oljuleiðir er avgjørt at keypa tekniska vitan frá uttanveltaðum veitarum.
3000 eigarar
Wilhelm Petersen, stjóri í felagnum sigur seg vera væl nøgdan við gongdina higartil. Hann setir stórar vónir til boringina á landgrunninum í summar og heldur fyri, at fer hon at geva eitt positivt úrslit, kann tað skunda undir kanningarnar av báðum loyvunum hjá felagnum í føroyskum øki. Í dag eru umleið 3000 partaeigarar í Atlantic Petroleum, sum tí av røttum kann kallast fólksins oljufelag. Tað er heldur ikki óhugsandi, at felagið fer at lata upp fyri at tekna nýggj partabrøv í framtíðini. Tað veldst so eisini um framtíðar gongdina. Wilhelm Petersen er sannførdur um, at tað var ein røtt avgerð at fara á virðisbrævamarknaðin og staðfestir hann, at Atlantic Petroleum við sínum umleið 100 mió. kr. í eginpeningi og einum virði á virðisbrævamarknaðinum uppá góða hálva mia. kr. og telist millum størstu fyritøkur í Føroyum í dag.









