Atlantic Petroleum við í 3. útbjóðing

Atlantic Petroleum ynskir at fáa samstarv við størri oljufeløg, tá myndugleikarnir fara at bjóða út nýggj øki á landgrunninum

Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum hevur eisini stórar ætlanir á føroyska landgrunninum, hóast nógv virksemi ikki er her í løtuni. Felagið ætlar sær nevniliga at vera við í 3. útbjóðingini á landgrunninum einaferð í vetur. Hetta er nakað, sum hóskar væl inn í framtíðar ætlaninar hjá felagnum sigur Wilhelm Petersen, stjóri.

 

Nú felagið samstarvar við eitt minni oljufelag á Føroyaøkinum, Geysir Petroleum, so dylur Wilhelm Petersen ikki fyri, at teir síggja fram til at kunna arbeiða saman við øðrum størri feløgum eisini. Hann sær fyri sær bæði tann møguleikan, at størri oljufeløg keypa seg inn í verandi loyvini hjá felagnum og síðani eisini tann møguleikan, at Atlantic Petroleum í eini komandi útbjóðing kann vera saman við fleiri og størri feløgum, sum eru virkin her. Tað er kanska ikki so nøktandi bara at vera tvey feløg í longdini, tí brúk er bæði fyri kompetansu og peningarligari orku at fara undir at búna loyvi og bora.

 

-Tá vit hava tulkað seismikk so er tað sjálvandi intentiónin at vita, um onnur oljufeløg kunnu koma uppí. So hurðarnar standa opnar.

 

-Tit hava so ikki nakran framíhjárætt at fáa góð loyvi her, tí tit eru eitt føroyskt felag?

 

-Tað hava vit ongantíð havt.

 

-Er tað rætt?

 

-Tað veit eg ikki. Hyggur man i bakspeglið, so hava vit klárað okkum uttan nakran framíhjárætt. Men hyggja vit eftir teimum norsku feløgunum, so síggja vit, at tey hava havt ein framíhjárætt, líka síðani farið varð at leita eftir olju har.

 

-Heldur tú, at tey stóru feløgini, sum fara at søkja í 3. Útbjóðing, áttu at tikið eitt felag sum tykkara, sum er so væl forankrað í føroyska samfelagnum, við í eina umsókn?

 

-Tað kundi verið vert hjá teimum at umhugsa tað.