Fyrsta ársfjórðing í ár hevði føroyska oljufelagið, Atlantic Petroleum, eitt tap uppá 24,7 milliónir krónur, tá ymiskar fastar útreiðslur ikki eru roknaðar við, og sjálvt nettotapið hjá felagnum var 38,7 milliónir krónur.
Ein av orsøkunum til vánaliga roknskapin og reyðu tølini á botnlinjuni, var manglandi inntøkur frá Chestnet-oljuøkinum, og tí blivu inntøkurnar hjá felagnum bara 10,9 milliónir krónur fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár.
Men ein glotti er tó, at bretska felagið London Oil and Gas hevur sett umleið 80 milliónir krónur í Atlantic Petroleum, og tað merkir í fyrsta umfari, at felagið fær ein nevndarlim í Atlantic Petroleum, umframt at Clint Redman er settur sum nýggjur parttíðarsettur fíggjarstjóri.
Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum, fegnast um nýggju avtaluna, ið kann gera, at felagið aftur fer at hyggja eftir nýggjum møguleikum.
- Avtalan styrkir stjórnina og leiðsluna í Atlantic Petroleum og tryggjar fígging, so vit fáa møguleika at leggja aftur at virðisbrævaognunum í okkara nýggja fokusøki, sum er Eystur-Europa og Eur-Asia økið, sigur Ben Arabo.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Ben Arabo.