Atlantic Petroleum víðkar sítt virksemi

Føroyska oljufelagið er í løtuni er við at gera sáttmála um keyp av aktivum í enska partinum av Norðsjónum. Talan er um bæði framleiðandi felt, og felt, ið skulu útbyggjast. Somuleiðis er talan um bæði gas og olju.

Oljuvinna


Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum hevði aðalfund týsdagin 17. juni. Fitt tal av partaeigarum ? 2000 føroyskir partaeigarar eiga Atlantic Petroleum - luttóku á aðalfundinum, har nevndin greiddi frá virksemi felagsins í farna ári og legði fram ársroknskap til góðkenningar. Somuleiðis varð greitt frá víðkan av virksemi felagsins uttanfyri Føroyar, nevniliga í Onglandi.

Felagið er virkið bæði í Føroyum og í Onglandi. Í Føroyum luttekur Atlantic Petroleum í oljuleiting saman við Amerada Hess, BG og Dong í loyvi 001, og í Onglandi er felagið partur í tveimum leitiloyvum, P1029 og P1027 saman við somu feløgum. Tó er enska Premier Oil partur í loyvi P1029. Í sambandi við leiting, so hevur Atlantic Petroleum luttikið í tveimum boringum. I 2001 varð borað í føroyska loyvinum 001 og í 2002 varð borað í loyvi P1029. Báðar boringarnar raktu við olju og gas.

Nýggjur 3D seismikkur varð skotin í 2002, og verður hesin saman við øllum teim brunnum samtakið hevur atgongd til, grundarlag fyri víðari tulkingararbeiði í føroyska økinum og økinum sunnanfyri markið. Samtakið hevur bundið seg til at bora ein leitingarbrunn afturat í føroyska loyvinum, og ein í enskum øki.

Ensku loyvini
Í oktober mánað í 2001 fekk Atlantic Petroleum góðkenning frá ensku myndugleikunum at luttaka í oljuleiting í enskum øki.

Við góðkenningini frá teim ensku myndugleikunum fór felagið formliga uppí samarbeiðið við Amerada Hess, British Gas og DONG viðvíkjandi tveimum av teim trimum loyvunum, ið vóru tillutað feløgunum í 19. enska útbjóðingarumfarinum í juni 2001 (P. 1027 & P. 1029 ið liggja í blokki 176/20 og 204/16 & 21).

P.1029
Í tíðarskeiðnum sept-okt 2002 boraði samtakið sín fyrsta leitibrunn 204/16-1 á økinum. Hendan boringin er liður í metingini av føroyska fundinum, ið varð gjørt í loyvi 001 árið frammanundan. Í brunninum varð borað ígjøgnum fleiri kolvetnisberandi sandsteins-fláir. Mett varð tó at grundarlag ikki var fyri royndarframleiðslu. Neyvari metingar av boringini verða nú gjørdar.

P.1027
Enn hevur einki borivirksemið verið í økinum. Metingarnar av 3D seismikkinum, ið varð skotin á økinum á sumri 2002 verða nú gjørdar, og tá hesar eru klárar er ætlanin at ein leitibrunnur skal borast. Hesin brunnur verður helst boraður í 2004.



Víðkan av virkseminum
Greitt varð á aðalfundinum frá, at í 2002 hevur verið arbeitt víðari við at kanna felagsins vakstrarmøguleikar uttanfyri Føroyar. Serliga hevur verið hugt at bretska partinum av Norðsjónum. Hetta einamest tí felagið hevur loyvi frá DTI til at virka í bretskum øki.

Nógvu samanleggingarnar og yvirtøkurnar innan oljuvinnuna seinastu árini hava fingið størri feløgini at selja smærri ognarpartar, ið ikki hóska til broyttu umstøðurnar. Tað kann eitt nú vera, tí ognarparturin er lítil, ella liggur uttanfyri eitt kjarnuøki hjá felagnum.

Fleiri áhugaverdir møguleikar at keypa seg inn í felt í enskum øki hava verið kannaðir nærri, men enn er einki ítøkiligt komið burtur úr hesum. Tað skilst, at tað er av stórum týdningi at møgulig keyp uppfylla tey krøv, felagið hevur ásett í síni virkisætlan. Her verður serliga hugt at stødd, avkasti og restlivitíð fyri verkætlanina.

Greitt varð frá á aðalfundinum, at felagið í løtuni er við at gera sáttmála um keyp av aktivum í enska partinum av Norðsjónum. Talan er um bæði framleiðandi felt, og felt, ið skulu útbyggjast. Somuleiðis er talan um bæði gas og olju. Greitt varð frá, at tá ið ein av hesum handlum verður gjøgnumførdur, so er Atlantic Petroleum eitt fullborið oljufelag við framleiðsku uttanfyri Føroyar. Hetta hevur eisini verið partur av virkisætlanini frá tí, at felagið varð stovnað.

Atlantic Petroleum samstarvar við onnur smærri feløg í sambandi við at meta um og finna framleiðandi aktiv, ið passa til feløg av stødd við Atlantic Petroleum.

Til at taka sær at enska virkseminum, hevur Atlanic Petroleum P/f sett á stovn eitt enskt dóttirfelag, Atlantic Petroleum UK Ltd. Nevnt varð á aðalfundinum, at navnframi Richard Hardman, fyrrverandi leitistjóri hjá Amerada Hess verður partur av nevndini í Atlantic Petroleum UK.

Metingar av ymiskum feltum verða gjørdar í samstarvi við serfrøðingar í Onglandi og í Føroyum.

Atlantic Petroleum hevur fígging tøka til eitt møguligt keyp.

Nevndarvæl
Petur Even Djurhuus og Poul Mohr vórði afturvaldir í nevndina. Í nevndini sita Kjartan Hoydal, Poul Mohr, Mortan Johannesen, Óli Hammer og Petur Even Djurhuus, Kjartan Hoydal er formaður.

Fyrilestur hjá Richard Hardman
Eftir formliga aðalfundin, hevði Richardman ein áhugaverdan fyrilestur um framtíðar oljuleiting og nýtslu av fossilum orkukeldum. Hann greiddi ma. frá, at funnar eru 1765 milliardir tunnur av olju, framleiddar eru 895 milliardir tunnur so eftir eru 870 milliardir tunnur at brúka. Hann vísti á, at heimsnýtslan í dag er 27 millardir tunnur um árið, og at bert 6 milliardir tunur verða funnnar um árið. Mett er, at 135 milliardir tunnur eru eftir at finna. Hann nevndi somuleiðis, at um tyngri olja verður tald kunnu við, kunnu hest 500 milliardir tunnur leggjast aftur at verandi tilfeingi.

Richard Hardman metir, at oljuframleiðslan fer at toppa í 2010.

Víst varð á í fyrilestrinum, at størsti parturin av heimsins oljutilfeingi finst í arabiska heiminum og at Iraqkríggið helst var eitt kríggj um olju og um ávirkan á olju.