Hetta ber til at staðfesta nú eftir, at brunnurin er vorðin testaður. Tíðindini hava fingið partabrøvini hjá felagnum at hækka munanandi á virðisbrævamarknaðinum í Keypmannhavn, við ikki færri enn 17% . Talan er um Hook Head oljufundið nær írsku strondini. Í løtuni verða data viðgjørd og mett verður um, um fleiri brunnar skulu borast í 2008. –Vit eru sera nøgd við úrslitini frá brunninum sigur Wilhelm Petersen, stjóri í felagnum, sambart Børsen.
Atlatnic Petroleum eigur 10,9% av Hook Head fundinum. Fyristøðufelag er Providence, sum eigur 43,5%. Hini feløgini eru Challenger og Dyas við hvør sínum 16,3%, Forest Gate Ressources og Midmar Energy við 7,5 og 5,4%.
Atlantic Petroleum sigur í tíðindaskrivinum, at nú verða upplýsingarnar viðgjørdir og kannaðir og skulu so vera grundarlag undir komandi avgerðum at bora fleiri brunnar. Arbeitt verður longu við at fáa boripall í 2008.