Atlantic Petroleum størri enn Føroya Banki

Himmalsferðin á partabrøvunum hjá Atlantic Petroleum hevur lyft virðið á fyritøkuni upp um Føroya Banka Hóast einans sjey fólk arbeiða hjá Atlantic Petroleum, so er fyritøkan næst størsta fyritøka í Føroyum.

Tá keypsskálin í Keypmannahavn stongdi seinnapartin varð virðið á Atlantic Petroleum 2184 milliónir. Tað er eitt vet meira enn Føroya Banki, sum higartil hevur verið næststørsta fyritøka í Føroyum eftir Eik Banka.

Síðsta árið er virðið á partabrøvunum í Atlantic Petroleum økt heili 252 prosent.