Framvegis er føroyska oljufelagið, Atlantic Petroleum, illa fyri fíggjarliga og stríðist fyri lívinum, og felagið hevur boðað børsunum frá, at arbeitt verður framvegis við ymsum loysnum, ið so ella so skulu bjarga felagnum.
Millum annað verður samráðst við bæði kreditorar og onnur, eitt nú bretskar kolvetnismyndugleikar, um loysnir, ið kunnu gera ein mun.
- Tó er enn eingin vissa fyri, um hesar samráðingar fara at bjarga felagnum, ið kann fara undir umsiting, í gjaldssteðg ella skal skipast av nýggjum, sigur Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petreoleum.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Ben Arabo.










