-Tað er ikki hvønn dag, at man samstarvar við heimsins størsta oljufelag.
Og tað er eisini sera gott fyri føroyska økið, at eitt felag sum ExxonMobil kemur inn, og tað gevur eisini okkum betri mót uppá, at tað framvegis eru tey, sum trúgva uppá, at olja finst í føroysku undirgrundini. Hetta sigur stjórin í Atlantic Petroleum, Ben Arabo, sum fegnast um samstarvsavtaluna við amerikanska oljurisan.
-Nú hava vit bara eitt prosent í brunninum, men her verður talan um stórar strukturar, sum skulu borast og sum krevja stórar íløgur, so 1% er eitt fittur biti hjá einum felag sum Atlantic Petroleum sigur Ben Arabo og leggur aftrat, at aðrir brunnar, sum hava verið boraðir í hesum økinum, hava ligið um eina hálva milliard krónur, so parturin hjá AP vil tá vera einar fimm milliónir kr.
Men hetta eru góð tíðindi fyri okkum, og vit gleða okkum til, at Brugdan Deep brunnurin nú verður boraður.
Ben Arabo sær tað sum eitt týðandi vegamót í leitingini við Føroyar, at eitt so stórt felag sum ExxonMobil kemur inn í økið. Nógv feløg hava tikið seg út úr føroyska økinum, og tí er tað so týdningarmikið at eitt nýtt felag bindur seg til stórar ætlanir og arbeiði. Ben Arabo heldur tað vera eitt gott tekin, at ExxonMobil hevur keypt seg inn í trý loyvi tí ætlar man at satsa nakað her, so er greitt, at man keypir seg inn í fleiri øki.
Hann heldur eisini, at tá eitt so stórt felag sum ExxonMobil ger av at vera við í leitingini í Føroyum, so kann tað fáa onnur feløg at endurskoða sínar ætlanir og meta um Føroyaøkið av nýggjum.