Fær Atlantic Petroleum ikki endurfíggjað stuttfreistaðu skuld sína, er vandi fyri, at felagið ikki megnar at halda fram.
Tað staðfestir grannskoðanarvirkið Inpact í síni átekning til ársroknskapin hjá felagnum.
Í átekningini hevur grannskoðarin eina sonevnda ískoytis-upplýsing, hart sagt verður:
»Uttan at taka støðu, skulu vit vísa á síðu 10 í leiðslufrágreiðingini, har nevndin skrivar, at samráðingar um endurfíggjan av stutt-freistaðu skuldini enn ikki eru lidnar.
Leiðslan er í samráðingum um hetta, og eitt positivt úrslit av hesum er neyðugt fyri at tryggja framhaldandi rakstur.«
Samlað skal Atlantic Petroleum umfíggja 410 milliónir krónur í ár. 140 milliónir krónur fella til gjaldingar við endan a juli, meðan aðrar 270 milliónir krónur fella til gjaldingar við ársenda 2009.
Leiðslan er tó sannførd um, at neyðuga gjaldførið verður fingið til vega. Treytað av hesum er ársroknskapurin gjørdur við framhaldandi rakstri fyri eyga, sigur leiðslan ársfrágreiðing síni.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerkig frá stjóranum í Atantic Petroleum higartil í dag.