Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum boðar í dag frá, at felagið hevur fingið tillutað eitt leitingarloyvi í 25. bretska útbjóðingarumfarinum.
Teigur 20/3f, ið felagið hevur fingið tillutað, liggur uppat loyvi P.317, har Blackbird fundið nýligani varð fráboðað.
Útbjóðingarumfarið lat aftur tann 22. mai í ár, og lat Atlantic Petroleum umsóknina inn saman við Nexen og Bow Valley. Hetta er sami samstarvsbólkur sum í teiginum har Blackbird fundið liggur.
Nexen er fyristøðufelag í nýggja loyvinum, og eigur 79.73%, Bow Valley eigur 12%, og Atlantic Petroleum 8.27%.
Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum sigur:
?Felagið fegnast um at hava fingið hendan teigin í 25. bretska útbjóðingarumfarinum. Umsóknin varð latin inn áðrenn Blackbird fundið varð gjørt. Metingar verða nú gjørdar av, um somu strukturar sum í Blackbird teiginum eru í hesum nýggja loyvinum.? stendur í tíðindaskrivi frá Atlantic Petroleum, sum herfyri eisini lat inn umsókn i 3. føroysku runduni saman við StatoilHydro, Dong og Faroe Petroleum.









