Atlantic Petroleum fellir í virði

- Tað er einki óvæntað, at kursurin er minkaður, sigur Vilhelm Petersen, stjóri fyri Atlantic Petroleum

VIRÐISBRØV

 
Atlantic Petroleum partabrøv eru lækkaði munandi í virði síðani Fyrsta handilsdagin, 15. juni, lá kursurin um 380, men  síðani 12. juli. hevur kursurin rættiliga støðugt ligið um 290.
Kursurin hevur svingað eitt sindur, men síðani 6. juli er hann follin munandi til 290.
-        Tað er einki óvæntað, at kursurin er minkaður. Tað er altíð nøkur, sum selja, tá eitt felag verður skrásett. Hendan gongdin kemur ikki óvart á okkum, sigur Vilhelm Petersen, stjóri fyri Atlantic Petroleum
Stjórin letur væl at, tá spurt verður um, hvussu nógv hevur verið selt og keypt av partabrøvunum hjá felagnum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Vunnið fitt av pengum
Upprunaligu partaeigararnir keyptu allir til kurs 105. Sostatt er eingin vandi fyri, at teir fara at doyggja í hungri fyribils. Tey kunna fáa 2,8 ferðir upprunaliga innskotið.
Fólk mugu sjálvi døma um, hvussu skilagott tað er at seta pengar í Atlantic Petroleum í verandi støðu. Men í øllum førum Kaupthing skrivar, at kursurin á Atlantic Petroleum eigur at liggja omanfyri 400. Tað verður grundgivið á, at virðisásetingin er grundað á ov lágan langtíðar oljuprís. Talan verður sostatt eisini um eina langtíðaríløgu fyri ein møguligan íleggjara.