Atlantic Petroleum borar týsdagin

Føroya oljufelagið Atlants Kolvetni skrivar av álvara søgu týsdagin 13. September.

. Tá fer felagið saman við øðrum oljufeløgum at bora ein avmarkingarbrunn í írska havinum. Talan er um West-Lennox fundið, sum føroyska felagið herfyri keypti ein part av. Høgi oljuprísurin hevur skundað undir hesa boringina. Brunnurin verður boraður av Noble Lynda Bossler og er tað Challenger Minerals, sum er fyristøðufelag. Kostnaðurin av brunninum er umleið 60 mill. kr. Tað fer at taka teimum 18 dagar at bora og rokna tey hjá Atlants Kolvetni, at úrslitið av boriningi verður kunngjørt skamt eftir tað. Um úrslitið verður so positivt, sum tað verður hildið, so fer fyrsta oljan á marknaðin í seinnu helvt av 2006.

Wilhelm Petersen, stj óri í Atlants Kolvetni sigur, at tey eru sera fegin um, at tað nú verður borað á hesum spennandi feltinum. Vit eru sera bjartskygdir um, at hesin brunnurin fer at prógva, at fundin er enn størri enn mett, soleiðis at farið kann verða undir at byggja út feltið. Atlants Kolvetni eigur 25% í West Lennox fundinum. Hini feløgini eru Challenger Minerals við 35%, DYAS UK 20% og First Oil Expro 20%. Fundið er í eystara parti av írska havinum,.