Atlantic Navigator: Ósemja um lønirnar til manningina

Manningin við Atlantic Navigator vil hava betri sømdir, men tað gongur strilti at semjast við reiðaran

Atlantic Navigator
 

Semja er ikki um, hvørja løn, manningin á Atlantic Navigator skal hava.
Bæði Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið staðfesta, at tey eru ikki nøgd við lønina til manningina og tí verður roynt at fáa nýggjan sáttmála.
Men bæði feløgini staðfesta samstundis, at reiðarin er heldur trekur at samráðast og tí eru tey ikki komin serliga langt.
Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- og Navigatorfelag, sigur, at yvirmenninir umborð á Atlantic Navigator gjørdi eina serliga avtalu við reiðaran um at teir skuldu fáa fasta mánaðarløn.
Annars er sáttmáli um hetta økið, men Skipara- og Navigatørfelagið góðtók, at yvirmenninir á Altantic Navigator gjørdi eina serliga avtalu við reiðaran.
Men Eyðstein Djurhuus sigur, at hendan avtalan er ikki skrivlig. Hon er bara munnlig og tað er ikki nøktandi og samstundis er hon ongantíð endurskoðað, síðani báturin kom.
- Tí vilja vit hava eina betri avtalu við reiðaran, sigur formaðurin í Skipara- og navigatørfelagnum.
Men tær samráðingarnar ganga onki serligt.
Hann tað soleiðis, at partarnir hava hvør sína fatan av viðurskiftunum.
- Vit hava tosað við reiðaran um at fáa eina betri avtalu, men ásannast má, at hann er eitt sindur trekur at samráðast, sum hann orðar seg.
Jógvan Nybo, formaður í Maskinmeistarafelagnum, sigur somuleiðis, at tey hava roynt at fáa eina avtalu við reiðaran.
- Men tað hevur ikki gingið serliga væl, ásannar hann.
Hann sigur, at tað er reiðarin, sum vil hava eina nýggja avtalu við Maskinmeistarafelagið, men til ein nýggj avtala er fingin í lag, er tann gamla galdandi.
Men Jógvan Nybo vil onki siga um, hvussu langt er ímillum partarnar.
Hvørki Skipara- og Navigatørfelagnum hava tikið støðu til, hvat hendir um ætlanin er at fara avstað, uttan at ein avtala er.
Ætlar skipið at loysa, uttan at løna teimum eftir vanliga sáttmálanum á økinum og uttan at semja er um eina serliga avtalu, hava feløgini møguleika at nokta monnum at fara við.
Men tann spurningin hava feløgini ikki tikið støðu til.
- Vit hava roynt nú í eina tíð, men tað gongur strilti.
Og einaferð kemur tað hartil, at ein avgerð skal takast, ásannar formaðurin í Skipara- og Navigatorfelagnum.
Fiskimannafelagið sigur, at ein serlig avtala varð gjørd fyri menninar við Atlantic Navigator, har prosentparturin hjá teimum lækkaði úr 40% niður í 31%.
Tann avtalan var galdandi til 31. juli í ár.
Síðani hava samráðingar verið um eina nýggja avtalu.
Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at ein nýggj avtala liggur á borðinum, sum báðir partar kunnu góðtaka.
Men hon skal samansjóðast við avtalurnar hjá hinum manningarfeløgunum og sum er, vil hann ikki siga nakað um avtaluna annars.
Vit hava fleiri ferðir roynt at fáa fatur á reiðaranum, Hanusi Hansen, men hann er burturstaddur og hevur ikki verið at hitt.