Fiskivinna
Gongst sum ætlað, verður risatrolarin, Atlantic Navigator, sum er fyrrverandi American Monarch, ein partur av føroyska fiskiskipaflotanum til heystar.
Sambært Norðlýsinum, sum er lokalblaðið hjá norðoyingum, hevur landsstýrismaðurin, Bjørn Kalsø, í vikuni givið JFK-Troli innflutningsloyvi til risatrolaran, sum ætlandi kemur í flotan í staðin fyri hin risatrolaran, Næraberg.
Til heystar
Í samrøðu við Norðlýsið, sigur reiðarin hjá JFK-Troli, Hanus Hansen, at gongst sum ætlað, kemur Atlantic Nagivator higar til lands einaferð í heyst.
- Nú verður arbeitt við at fáa fíggingina upp á pláss, og gongur alt sum ætlað, vænta vit, at trolarin verður klárur at fara til fiskiskap fyri Næraberg einaferð í heyst, sigur Hanus Hansen.
Manningin umborð á Nærabergi telir eini 80 fólk, men Atlantic Navigator er eitt munandi størri skip, og tí er væntandi, at manningartalið við hesum skipinum verður væl omanfyri 100.