?Atlantic Navigator - en billig bortforklaring?

- At Atlantic Navigator fer at gevast í Føroyum til heystar, kom sum ?snarljós av klárum himli?. Hetta høvdu vit ongar ábendingar fingið um, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður við Fiskaren Í norska fiskivinnublaðnum Fiskaren er samrøða við Bjørn Kalsø, landsstýrismann í fiskivinnumálum, um avgerðina hjá P/F Nærabergi at taka Atlantic Navigator úr føroyska fiskiskipaflotanum til heystar.

Hetta er høvuðsgrein í nevnda blaði.

Í samrøðuni, sum ber heitið ?En billig bortforklaring?, sigur landsstýrismaðurin, at Aker Biomarine, sum eigur stóran part av verkætlanini, tekur skipið úr flotanum, tí felagið ynskir at brúka skipið í Suðuríshavinum.

Inni í blaðnum er yvirskriftin ?Billig unnskyldning fra rederiet?, og landsstýrismaðurin dylur ikki í samrøðuni, at hann er vónsvikin av avgerðini hjá felagnum, sum stendur aftanfyri verkætlanina.

- Hendan verkætlanin hevur alla tíðina fingið serviðgerð í Føroyum, og frá politiskari síðu hava vit viljað givið henni ta tíð og teir karmar, sum felagið hevur ynskt, sigur Bjørn Kalsø.

Tað vóru fleiri, sum reistu iva um hesa verkætlan við einum so stórum skipi.

- Men politiskt fekk ætlanin allan tann stuðul, vit kundu veita henni fyri at skapa henni neyðugu karmarnar og møguleikarnar.

Í samrøðuni afturvísir Bjørn Kalsø, at landsstýrið arbeiðir við uppskoti, sum fer at merkja, at útlendingar í framtíðini bert kunnu eiga ein minni part í føroyskum fiskiskipum.

- Hetta er ikki rætt. Vit arbeiða við uppskoti um ein greiðari lógartekst um hesi viðurskifti, men útlendingar fara eisini í framtíðini at kunna eiga 1/3 av einum føroyskum fiskiskipi, sigur landsstýrismaðurin við Fiskaren.