Sarah-Chanderia, stjóri í Hacate Entertainment Group var sum heild væl nøgd við vitjanina í Føroyum, men heldur at tiltakið kann mennast uppaftur meira, við frálæru og skeiðsvirksemi
- Eg haldi Atlantic Music Event vera eitt frálíkt høvi fyri ídnaðin at uppliva føroyskan tónleik. Men eisini eitt frálíkt høvi, hjá føroyskum tónleikarum, at vísa seg fram fyri ídnaðinum. Fyriskipararnir hava veitt teimum sum framføra góðar karmar, sigur Sarah, ið tó heldur, at møguleikar eru fyri menna tiltakið uppaftur meira.
Sarah var ein av pallborðsluttakarunum á Hitt & Hoyr tiltakinum á Hotel Føroyum seinasta fríggjadag. Tá rósti hon teimum tónleikarunum, ið vóru til staðar, fyri at førleikamenna seg við luttøku á tílíkum tiltøkum og tað er júst á hesum øki, at Sarah kundi hugsa sær at Atlantic Music Event varð ment.
- Eg haldi, at har kundi verið meira frálæra og skeiðsvirksemi, ið kundi verið til gagns fyri ídnaðin og fyri listafólkini. Hesi kundu fingið nøkur amboð og nakrar háttar at virka eftir. Eg havi bjóðað fyriskiparunum, at eg kundi hjálpa til við tílíkum virksemi í sambandi við eitt møguligt komandi Atlantic Music Event.