Atlantic missir milliónir

Vánaliga veðrið og seinkingar geva Atlantic Airways størsta inntøkumissin í søgu felagsins í sambandi við afturvendingar og vánalig veðurlíkindi. Magni Arge hevur ongantíð upplivað nakað líknandi

FLOGFERÐSLA

Vánaliga veðrið í Føroyum í juni og juli mánaði hevur higartil kostað Atlantic Airways milliónaupphæddir í eykaútreiðslum. Flogførini fáa alt ov ofta ikki sett seg, og tað kostar føroyska flogfelagnum nógvar pengar.
Í dulnevndum lesarabrævi í Dimmalætting mikukvøldið verður funnist at tænastustøðinum og seinkingunum hjá Atlantic Airways.
Magni Arge, stjóri á Atlantic Airways, sigur, at hann sum so mong onnur ikki lesur dulnevnd lesarabrøv, men hann ásannar, at føroyska veðrið hevur gjørt tað trupult hjá Atlantic Airways hetta summarið.
- Veðurlíkindini hava verið sjáldsama vánalig í juni og juli mánaði, og tað hava verið nógvar afturvendingar. Hetta er ikki so lætt at hava við at gera. Vit ráða ikki yvir veðurlagnum, og í summum førum koma vit út í støður, har tað ikki ber til at fáa so góða tænastu, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantic Airways.
Stjórin á føroyska flogfelagnum sigur, at mangan kemur flogfarið so mikið seint inn, at ymsar tænastur ikki eru til taks. Til dømis vísir Magni Arge á, at køkarnir eru stongdir, um flogfarið kemur seint inn.
- Tað snýr seg fyrst og fremst um trygdina og at fáa ferðafólkini fram. Tað er ógjørligt hjá okkum stýra øllum faktorunum, og um køkarnir eru stongdir, so er tað ikki líka lætt at veita eitt optimalt tænastustøði, sigur Magni Arge, sum leggur afturat, at arbeiðsfólkini umborð á flogførunum og kring flogførini gera sítt besta og arbeiða nógvar tímar í yvirtíð.

Pengarnir fossa úr kassanum
Seinkingarnar og afturvendingarnar hjá Atlantic Airways hava økt nógv um útreiðslurnar hjá flogfelagnum.
- Eg havi ongantíð upplivað nakað líknandi. Her fossa pengarnir úr kassanum. Hesar seinastu 24 tímarnar hava vit til dømis mist eina kvarta millión, sigur Magni Arge, stjóri.
Magni Arge sigur, at sæð yvir juni og juli mánað hevur Atlantic Airways mist milliónir av krónum. Talan er til dømis um eyka útreiðslur til gisting og eyka arbeiðstíð. Magni Arge hevur ikki yvirlit yvir, júst hvussu nógvar pengar talan er um, men metingin er góðar tvær milliónir krónur.
- Støðan hevði verið nógv verri, um vit ikki høvdu fleiri flogfør at gera gott við. Í hesum døgum klára vit at innheinta seinkingarnar innan fyri 24 tímar. Í 1995 og '96 vóru vit ofta burtur í einar tveir til tríggjar dagar. So vit eru fegnir um, at vit hava fleiri flogfør at seta til, tá seinkingar koma fyri, sigur Magni Arge, stjóri.