Atlantic flýgur úr Manchester

Ovurstórur áhugi er í Manchester fyri at sleppa til Føroya, og á Atlantic Airways arbeiða tey við at nøkta eftirspurningin

Magni Arge, stjóri á Atlantic Airways sigur, at tey alt fyri eitt hava merkt, at nógvir áskoðarar fegnir vilja við Manchester City, sum um góðar tvær vikur skal spæla á Tórsvølli.

- Í fyrsta umfari hava vit roynt at víst til vanliga rutunetið, har til ber at flúgva til Føroya úr London, ella umvegis Billind, Keypmannahavn og Reykjavík.

- Men hartil arbeiða vit so eisini við at seta eitt ella tvey charterflogfør inn, sum skulu flúgva beinleiðis úr Manchester. Hetta er tó langt ífrá nóg mikið, men talan er um avmarkaða orku hjá okkum, nú talan er um hægstu ferðavinnutíð, sigur Magni Arge.