Atlantic fer at flúgva til Bergen

Atlantic Airways fer komandi summar at taka upp aftur søguliga sambandið millum Føroyar og Bergen. Føroyar og Bergen høvdu sjóvegis samband í fleiri ár, men síðan 2008 hevur einki beinleiðis samband verið úr Føroyum við norska býin.

Atlantic Airways boðar frá í tíðindaskrivi í dag, at grundarlag er fyri flúgving millum Føroyar og Bergen.

- Føroyingar kenna Bergen, sum er ein býur, ið hevur nógv at bjóða ferðafólkunum. Berger hevur næststørstu floghavnina í Noregi, og kanska verður sambandið víðkað til at fevna um meira enn summarmánaðirnar, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.