Atlantic einsamallir um politikkin

Arbeiðsbólkurin, sum skal orða nýggjan loftferðslupolitikkin, er bert mannaður við umboðum fyri Atlantic Airways og Vinnumálaráðið

LOFTFERÐSLA

Landsstýrismaðurin í flogferðslumálum, Bjarni Djurholm, hevur sett ein bólk at arbeiða við at orða ein nýggjan loftferðslupolitikk.
Orsakað av serliga broytingum í manningini hjá Vinnumálaráðnum er glið ikki komið á arbeiði enn. Men manningin í bólkinum gevur ein sterkan fyrimun til Atlantic Airways.
Tað er nevniliga soleiðis, at manningin í dag telir stjóran í Atlantic Airways, Magna Arge, og nevndarformannin, Christian Andreasen.
Hesar upplýsingar hava vit fingið frá Vinnumálaráðnum.
Marita Danielsen, forkvinna í Ferðaráð Føroya, var eisini partur av bólkinum, men eftir fyrsta fundin tók hon seg úr bólkinum.
Formaðurin fyri nevndina er í skrivandi stund Niels Winther, fulltrúi í Vinnumálaráðnum. Niels Winther upplýsir, at tað av fyrstan tíð bert var Christian Andreasen, sum var umboð fyri Atlantic Airways í arbeiðsbólkinum, men føroyska flogfelagið helt tað vera skilabest, um Magni Arge sum stjóri eisini kundi vera við í arbeiðsbólkinum, og hesum tók Vinnumálaráðið undir við.
Niels Winther leggur afturat, at tá arbeiðsbólkurin hevur gjørt sítt tilmæli, fer tað til hoyringar hjá øllum viðkomandi pørtum.

Ikki Finnbogi
Ætlanin hjá Vinnumálaráðnum var, at Finnbogi Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya, skuldi taka yvir eftir Maritu Danielsen, men hetta gjørdist av ongum, tí danska ferðslumálaráðið ikki vildi ganga við til hetta.
Bjarni Djurholm sigur seg undrast nógv um, hví ferðslumálaráðið ikki vil loyva hesum.
? Teir vilja ganga við til yvirtøkur av flogvøllinum, men ikki at vit manna arbeiðsbólkin, sigur Bjarni Djurholm.
Enn eru ikki allar súðir syftar, men sum er sleppur Finnbogi ikki upp í part.

Kanska ov snævur
Bjarni Djurholm ásannar, at arbeiðsbólkurin kanska er ov snævur samansettur.
?Tað er møguligt, at hann fær eina øðrvísi breidd, sigur Bjarni Djurholm, sum kortini ikki vil útgreina, hvat øðrvísi breidd merkir.