(Flogferðslan 1. juni 2013 - dagføring kl 04.00) RC 461 úr Keypmannahavn lendi kl 02.28 í nátt og RC 471 lendi kl. 01.08. Bæði flogførini eru farin aftur til Danmarkar.
Ferðafólkini umborð á RC 457 ætlast at flúgva heim úr Keypmannahavn klokkan 08.25 danska tíð. Flogfarið væntast í Vàgar klokkan 09.30 føroyska tíð.
RC 453, sum liggur nátt í Keflavík, kemur aftur í Vágar í morgin árini klokkan 10.30, sum RC 2453.
RC 450 til Keypmannahavnar flýgur sum ætlað klokkan 09.05.
Fráferðin til Aalborg við RC 480 verður seinkað til kl 10.20. Hetta flogfar flýgur umvegis Norra við ferðafólkum til Stord.
Flogfarið til London Gatwick (RC RC 410) verður seinkað til umleið klokkan 11.15 og heimaftur sum RC 411 klokkan 14.45. Hann væntast í Vágum klokkan 17.10
Tað verða eisini seinkingar á flogførunum til Reykjavíkar (vænta fráferð 16.30), Billund (fráferð kl. 18.00) og Bergen (væntað fráferð kl 21.00).
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum, sum kunnu koma í, tí flogførini annahvørt ikki kunnu lenda ella størri seinkingar koma í. Hetta verður loypandi dagført á heimasíðu okkara, boðar Atlantic Airways frá.