Atlantic Airways, tað dovna flogfelagið

Tad eru nú skjótt jól, og vit, sum búgva í Danmark, eru nógv í tali, sum skulu heim.?Eg fór so tann 5 november at bíleggja mær eina billet til Føroya.

Tað var bert ein billet eftir, og tað var tann 23 desember.?Tað er nú soleiðis, at eg sigli úti, og komi heim til Danmark tann 23 dec. kl. 15.30. Men Atlantic Airways hevur bert ein frágang úr Danmark tann 23 december, og tað er kl. 13.30.?So flúgva teir aftur 26 december. Eg haldi hetta er út um alt mark. At einasta flogfelag Føroya ikki fl+ygur meira um jólini. 23 december er fullur arbeiðsdagur og 24 december er hálvur arbeiðsdagur.?Eg kenni 7 fólk sum ikki sleppa heim tann 23 ella 24 dec., bert tí Atlantic Airways ikki tímir at flúgva.?Magni Arge roynir vist nokk at tekkjast flogskiparanum, so teir og restin av manningini kunnu dusa sær til jóla uppá ferdðafólks bekostning.?Tad er onki at ivast í, at Atlantic Airways kan fylla 4 flogfør frá Danmark tann 23 og 4 afturat tann 24 dec.?