Atlantic Airways skrivaði søgu í dag

Sjey flogfør og tríggjar tyrlur hjá Atlantsflog vóru á flogvøllinum í Vágum í kvøld ? í 23 minuttir í senn. Hetta er søguligt í føroyskari flogsøgu

Sum nevnt fyrr var ætlanin hjá Atlantsflog í morginat avmynda øll tey sjey flogførini og tær tríggar tyrlurnar á flogvøllinum í morgin, jólaaftan. Men tað var av ongum, tí veðurgudarnir vildu tað øðrvísi. Men við tað eitt flogfar mátti avstað aftur í kvøld við útlendsku manningini, verða tað bert seks flogfør í morgin.

Tað serliga við hesi løtu er, at hetta hevði verði fyrstu og einastu ferð at allur flotin hjá Atlantic Airways stóð á Flogvøllinum ísenn.

- Men hetta var júst tað, sum hendi í kvøld, tá ið seinasta flogfarið hevði lent kl. 21.20. Flogfarið fór so avstað aftur kl. 21.43, tvs. allur flotin hjá Atlantic var á flogvøllinum í kvøld í 23 minuttir. Atlantic Airways hevur skrivað søgu í kvøld, skrivar

Vágaportalurin (KLIKK HER!!)<a>. Men tað hevði helst ikki verið lætt at fingið eina mynd av øllum flogførunum og øllum tyrlunum, tí í Hangarinum stóð onkur tyrla. Men Sólva Hansen hevur skotið eina vevmynd í kvøld frá søguligu hendingini. Í morgin skal Per á Hædd taka góðar myndir av teimum seks flogførunum og trimum tyrlunum hjá Atlantic Airways. Hetta verður eftir ætlan kl. 10.